Vágsbotnur er blivin bæðiu eitt hjarta og ein perla í høvuðsstaðnum. Her savnast nógv fólk tá veðrið er gott, bæði summar og vetur.
-Tað er eingin loyna, at gamla torgið í Vágsbotni virkaði ikki eftir ætlan og vegurin við nógvari ferðslu mitt gjøgnum Vágsbotn skarð økið av. Við nýggja timburpallinum og við at leiða ferðsluna út um sjálvt hjartað í Vágsbotni, gera vit eina roynd at binda Tórsgøtu, sum er mentanargøtan, saman við Bryggjubakka og gróttrappuni, sigur Jóannes Lamhauge, sum er arkitektur hjá Tórshavnar Kommunu og arbeiðir við verkætlanini. Hann leggur dent á, at hetta er ein royndarverkætlan.
Á nýggja timburpallinum verða smáar oyggjar úr timbri og eisini nøkur smá neyst, har møguligt er at hava sølutorg. Á pallinum er ætlanin at skipa fyri ymiskum summartiltøkum, og tveir samskiparar eru settir at taka sær av tí, Ólavur Thorsteinsson og Michael Anthony Charles. Møguleiki er eisini at hava tiltøk, har bæði nýggi pallurin og trappan verða brúkt samstundis.
Jóannes Lamhauge sigur, at tað er ikki heppið fyri Vágsbotn at ein høvuðs ferðsluæðr í býnum gongur gjøgnum økið, samstundis sum tað fyrst og fremst er eitt fólka- og uppihaldstorg. Hetta er ein stór andsøgn. Mátingar vísa, at her koyra umleið 5.000 bilar um samdøgrið.
-Vit hava tosað nógv um ferðsluna. Ein møguleiki er at skipa koyringina í Vágsbotni einvegis. Vit hava sett ein arbeiðsbólk at arbeiða við hesum viðurskiftum, sigur Jóannes Lamhauge.
Harafturat verður standmyndin av Nólsoyar Pálli, sum stóð á gamla torginum í Vágsbotni, nú reist aftur á einum stórum steini, einum kletti, sum stendur leysur frá bryggjukantinum í Vágsbotni. Tó verður møguleiki at ganga rundan um hann, tí ein timburbrúgv verður gjørt út um standmyndina, sum fer at standa í einum bassengi. Og Nólsoyar Páll fer sjálvsagt at hyggja út móti havinum.
-Vit hava viðgjørt átta møguleikar, har standmyndin kundi staðið. Ein var Skinnarasker uttanfyri Vágsbotn. Men hendan loysnin er funnin í samstarvi við listamannin Hans Paula Olsen. Semja var um, at Nólsoya Páll hoyrir heima í Vágsbotni, bæði søguliga og í tilvitskuni hjá okkum øllum. Tí halda vit og listamaðurin, at hetta er ein góð loysn, sigur Jóannes Lamhauge.
Standmyndin av Nólsoyar Pálli verður alment avdúkað av nýggjum nú fríggjadagin kl. 11.
Hoyr samrøðuna í Summarmorgni við Jóannes Lamhauge, arkitekt hjá Tórshavnar Kommunu, um stóru broytingarnar sum henda í Vágsbotni í hesum døgum.