- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarmorgun
Hóast fuglakrímið hevur gjørt enda á mangari súlu og mongum skúgvi, eru menn í Hvannasundi farnir eftir havhestaungum sum vanligt.
- Vit hava ongan deyðan havhest sæð. Men vit hava sæð nógvar deyðar súlur og skúgvar her norðuri, sigur Tóri Simonsen, sum reinsar havhestaungar í skúrinum í Hvannasundi.
Systkinabarnið Martin Simonsen hevur allan dagin verið úti við báti og tikið havhest, men lítið er komið burtur úr í dag. Martin og Tóri leggja tó dent á, at tað hevur verið vindur hesar seinastu dagarnar, og tá plagar lítið av fugli at fara á sjógv.
- Í fjør var eitt óvanligt ár, men vanliga byrjar tað av álvara umleið líradagin 26. august, siga Martin og Tóri Simonsen.
Her er øll samrøðan við systkinabørnini í Hvannasundi.