Summarmorgun

Súlan hevur broytt eygnalit
03-07-2023
Frá at hava klár kongablá eygu, síggjast fleiri súlur í dag, sum hava svørt eygu. Fuglakrím fær skyldina.

- Vit vita ikki neyvt hví súlan hevur broytt eygnalit, men vit vita, at nógvar súlur hava verið útsettar fyri fuglakrími seinastu tvey árini, og teir fuglar sum hava yvirlivað hava fingið svørt eygu, sigur Sjúrður Hammer, fuglafrøðingum á Umhvørvisstovuni.

Fuglakrím hevur herjað í Evropa í fleiri ár, men tað sum hendi fyri tveimum árum siðani var, at fuglakrím hoppaði yvir til sjófugl, og tað hevur man ikki sæð fyrr. Serliga eru tað súlan og skúgvurin, ið eru hart rakt av fuglakrími.

 

Súla við ein vanligum eyga og einum svørtum eyga (Mynd: Silas Olofson)

 

Súlan hevur yvirlivað fuglakrím

- Vit síggja fleiri og fleiri súlur við svørtum eygum, og tað bendir á, at fuglurin hevur verið fongdur við fuglakrími og hevur yvirlivað. Men hvussu hetta ávirkar fuglin, um t.d. sjónin er ávirkað, vita vit ikki, sigur Sjúrður.

Fiskifør norðanfyri hava í seinastuni eygleitt súlu, sum setur seg á skipini og ikki orkar at fara á flog aftur, so tað sær út sum um, at súlan ikki hevur tað gott fyri tíðina.

 

Súlan við vanligum eygum og kongabláari rond (Mynd: Silas Olofson)

 

Stovnarnir minkaðir nógv
- Eg havi hoyrt frá fólki, at súlurøkurnar eru tynri enn vanligt, so fuglakrím hevur ávirka súlustovnin í Føroyum. Mett verður at heimsstovnurin er minkaður eini 30%, sigur Sjúrður Hammer.

Hann leggur afturat, at skúgvurin er minkaður 60-70%. So frá at tað hava verið eini 1000 skúgvapør í Føroyum, eru bert eini 400 pør eftir.

 

Vónandi koma stovnarnir fyri seg aftur
- Tað gleðiliga er tó, at tað sær út sum, at súlan hevur yvilivað fuglakrím. Tað sær ikki út til, at krímið hevur ávirkað gitnaðarføri hjá fuglinum, so alt bendir á, at stovurin fer at koma fyri seg aftur.

Tó heldur Sjúrður at man átti at umhugsað, um tað er skilagott at taka omplar í summar.

Lurta eftir samrøðuni við Sjúrð Hammer, fuglafrøðing á Umhvørvisstovuni.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

12-06-2026
12-06-2026
Feltprestarnir Lis Samuelsen og Theodor Eli Dam Olsen greiða frá um arbeiðið sum feltprestur. Didde Jørgensen og Henry Fjallstein greiða frá sorgarbólkinum, sum savnast hvønn leygardag og Elisabeth Gaard fortelur um skótaferðia ferðina til Kambodja.
11-06-2026
Vit hoyra um dagin, hendingar tengdar at degnum og Jari í Hjøllum greiðir frá, hvussu veðrið verður í dag.
11-06-2026
10-06-2026
Vit hoyra um dagin og um nakrar loyndarfullar rúnir, ið eru funnar í statinum Ottava.
10-06-2026
Sjúrður Skaale greiðir frá um ferð til Irak, har hann, millum annað, hevur vitjað í Bagdad og Mosul. Tórfríð Tavsen hevur skrivað eitt nýtt lag um Huldukonuna, sum er kend úr kvæðnum um seyðamannin á Sondum.
09-06-2026
Vit hoyra um dagin og hendingar tengdar at degnum.
09-06-2026
Tosað verður um víkingatoftir og jubeldoktor
08-06-2026
Vit hoyra um dagin og hendingar tengdar at degnum.
08-06-2026
Gestir hesaferð eru Allan Samuelsen og Anja Magnussen
05-06-2026
Hanus Kjølbro greiðir frá veðrinum um vikuskiftið
05-06-2026