- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarmorgun
Enn ein festivalur er á skránni, og hesaferð er talan um ein Eydnufestivalin. Vit vitja í verkhúsinum Stíggjur.
Á Mentanardøgunum í Fuglafirði komandi vikuskiftið verður á triðja sinni boðið inn til kappkoyring í kassabilum - eitt tiltak, ið ivaleyst kann fáa kreativu grýtuna á kók, kanska serliga hjá monnum og dreingjum.
Vit tosa við Palla Vang um tiltakið.
Er talufrælsi hjá summum skert? Og nær er talan um haturstalu. Hetta hugleiðir Arni Zachariassen um í einum blogg-innleggi, sum ber heitið: Tónalagsløgreglan er elitér og hevur sum endamál at fáa vanlig fólk at blanda seg uttanum.
Vit tosa við Arna um evnið.
Og hvussu verður veðrið í dag og komandi vikuna? Tað fregnast vit um, tá ið vit ringja til Hanus Kjølbro á Veðurstovu Føroya.
Tú kanst hoyra sendingina her!