- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarmorgun
Við javnleiki 1-1 móti Sheriff Tiraspol megnaði KÍ fyri viku síðani enn einaferð at røkka einum glæsiligum úrsliti.
Og nú KÍ og moldovska liðið bresta saman aftur á útivølli í kvøld, ringja vit til KÍ-formannin, Tummas Lervig.
Tað eru 18 ár síðani, at nógv spælda fløgan hjá gentubólkinum Poppkorn kom á marknaðin í 2005 og nú eru sangirnir eisini at finna á Spotify. Forsangarin, Lillian Dalsgaard var bara 14 ára gomul, tá ið hon brádliga gjørdist landskend. Vit práta við hana um tíðina í Poppkorn
Samvera og tónleikur hevur stóran týdning fyri trivnaðin á einum staði, og í besta veðri farna leygarkvøld var á triðja sinni skipað fyri Suðurljóði á Tvøroyri - ella rættari sagt, í Trongisvági. Vit spyrja ein av fyrireikarunum, Súsonnu Bertholdsen, um eitt nú hvønn týdning eitt tiltak sum hetta hevur.
Og vit fáa feskastu veðurforsøgnina frá Hanusi Kjølbro á Veðurstovu Føroya.
Tú kanst hoyra sendingina her!