Summarmorgun

Summarmorgun fríggjadagur 12. juli
12-07-2024
Kolbrún í Haraldstovu, Ingun í Skrivarastovu, Samuel Rasmussen og Karin Laksáfoss

Sunnudagin verður heitt á øll fólk um at týna garðaskøruna, sum breiðir seg um alt landið og ger av við aðrar plantur. Føroya náttúru- og umhvørvisfelag hevur tikið stig til garðaskørutýningardagin. Vit tosa við Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðing.

Nú eru 100 ár liðin, síðani Sunneva Katrina Luid, vanliga nevnd Trina í Meiðlendi, andaðist, hava nøkur ættfólk tikið stig til at seta henni minnisstein uttan fyri savnið á Mýri í Hovi. Trina var heimadoktari og kend fyri at lekja fólk. Hon ferðaðist um alla Suðuroynna, og mong komu eisini aðrastaðni frá at fáa hjálp frá Trinu. Vit tosa við Ingun í Skrivarastovu, sum hevur tikið stig til minnissteinin um Trinu í Meiðlendi.

Tveir føroyskir íverksetarar hava ment eina nýggja føroyska bókhaldsskipan, sum eitur Bókin. Hví tað, kann man spyrja, eru ikki fleir bókhaldsskipanir til? Jú, men hendan er bygd við einum máli í huga - at gera bókhaldið so lætt sum gjørligt fyri íverksetar og smærri fyritøkur í føroyum.

Turið Poulsen frá Veðurstovu Føroya gevur okkum veðrið fyri vikuskiftið

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Seinnapartin í gjár var fyrsti skrásetti fótbóltsdysturin spældur í Stóru Dímun, tá 87-liðið hjá TB og 89-liðið hjá B71 hittust til ein steypadyst
11-08-2025
Søguligur fótbóltsdystur í Stóru Dímun og heilsufrøðingur um skúlabyrjan
11-08-2025
Vágsbotnur í Havn er nógv broyttur. Fróðarmaðurin Kári Reynheim, eldri , sum er føddur í 1942, greiðir í Summarmorgni frá stóru broytingini í Vágsbotni
09-08-2025
Gestir vóru Katrin Jacobæus, Ziska Jacobsen og Kári Reynheim
08-08-2025
Fjallið Knúkur omanfyri Múla í Borðoynni er eitt serstakt fjall. Fyri at koma heilt niðan á er neyðugt at brúka tog
07-08-2025
Gestir í sendingini vóru Silaf Olofson, Erik Biskupstø, Sverri Steinhólm, Manbjørn í Grund, Fía Ludvig, Ingi Sørensen og Leivur Sørensen
07-08-2025
Viðingar fáa nú sína viðarlund inni í Dølum. Hetta er ein gamal tanki, sum nú er veruleiki
06-08-2025
Altjóð Brekkulegan í Leirvík við 500 skótum úr nógvum londum hevur verið hendingarík. Ta einu náttina máttu eini hundrað skótar flytast úr tjøldunum inn á Kambsdal
06-08-2025
Í sendingini fara vit á Brekkulegu í Leirvík, vit tosa um lestrarbyrjan og trivnað á Fróðskaparsetri Føroya og fara í nýggju viðarlundina á Viðareiði.
06-08-2025
Derhard Jógvansson, prestur, heldur, at vitlíki er eitt gott hjálparamboð at fáa skjótar upplýsingar, men tað eigur ikki at skriva prædikuna hjá presti
05-08-2025
Gestir vóru Peter Holm, Bjarni Prior, David Arge Klevang og Derhard Jógvansson
05-08-2025
Gestir vóru Fróði Mortensen, stjóri í Førka og tveir ráðgevar úr Føroya Banka.
04-08-2025