- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarmorgun

Tina Kajsdóttir í Miðvági hevur verið við í grindadrápi frá barnsbeini av. Kortini hevði hon ikki væntað at blíva spurd um at gerast grindaforkvinna.
-Eg helt tað vera spennandi og játtaði beinanvegin. Síðani havi eg verið við í einum grindadrápi og í tveimum førum har hvalirnir vórðu merktir og sleptir aftur. Eg var forkvinna á sandinum og tað gekk væl, sigur hon.
Hóast ikki bara menn nú eru grindaformenn, hledur Tina tað ikki vera neyðugt at broyta navnið á Grindamannafelagnum.
Her kanst tú hoyra innslagið við Tinu Kajsdóttir.
.

Summarmorgun
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.
Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.