Summarmorgun

Summarmorgun 16. juni
16-06-2025
Kongshjúnavitjanin, Countryfestivalurin, Okkara land og veðrið

Sum øllum kunnugt vitjaðu kongshjúnini saman við prinsessu Josefinu oyggjarnar í síðstu viku. Tey vóru í Koltri, í Havn, í Suðri og á Eiði, og tey fóru av landinum aftur leygardagin. Vit taka saman um vitjanina saman við einum royalisti, Beate L. Samuelsen, sum einaferð var blaðstjóri á gomlu Dimmu. Í dag eru hon forkvinna í Pensjonistafelagnum.

Vesturi í Sørvági var árligi Countryfestivalurin og vit fara at finna cowboyhattarnar eftirmeta festivalin. Ingi Samuelsen, sum hevur sendingina Jambalaja, hevur verið har vesturi, og kemur at umrøða og ummæla countryfestivalin.

Komandi vikuskifti er tónleikatiltakið Okkara land á Skálatrøð í Havn. Vit fara at fregnast, hvussu gongur, tá ið Dan Joensen, ið skipar fyri, kemur á gátt.

Og so fara vit at eisini at fregnast hjá Veðurstovu Føroya, hvussu veðrið fer at skikka sær í dag, nú vit nærkast ársins longsta degi. Hanus Kjølbro verður á tráðnum, tá ið vit nærkast 8.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Turið Poulsen, Símun Christian Olsen, Andreas Krog, og Anja Magnussen
18-07-2025
Veðurforsøgnin, status á Oyggjaleikunum, ólavsøkuklæðið í Havnar kirkju, og føroyskur ferðaleiðari í Keypmannahavn
17-07-2025
Veðurforsøgnin, ein stimitúrur yvir á Blankskála, og status á Oyggjaleikunum
16-07-2025
Hetta er yoga á føroyskum og ein stórsligin náttúruuppliving um fjørðin og framvið landið
16-07-2025
Veðurforsøgnin fyri týsdagin og mikudagin, status á Oyggjaleikunum, Súrligt summar er nýggj summarsending, og treff fyri koyristólar
15-07-2025
Veðurforsøgnin fyri hesa vikuna, status á Oyggjaleikunum, og 40 ár síðani Live Aid konsertirnar
14-07-2025
Veðrið um vikuskiftið, trý ættarlið runt Bornholm, Marius DC nýggjan sang saman við Daniu Tausen, og fjarðastevna er um vikuskiftið
11-07-2025
Veðrið, kringvarpið á Oyggjuleikunum, Barnabati, og ólavsøkukabarettin
10-07-2025
Veðrið, føroyingar á altjóða skótalegu í Noreg, og Jóhanna og Thorshavn fara til Oyggjaleikir í Oyrknoyggjum
09-07-2025
Veðrið, nýggjur sangur frá Halli Joensen, og Torkil Tórgarð nýggjur háskúlastjóri
08-07-2025
Veðrið, Tórshavnar Kamarkór í Fraklandi, og føroyskt fyl folað uttanfyri Føroyar
07-07-2025
Summarmorgun - 020725
02-07-2025