Summarmorgun

Ein stimitúr yvir á Blankskála við Uppsala Pætur og Eiriki á Húsamørk
16-07-2025
Hetta er yoga á føroyskum og ein stórsligin náttúruuppliving um fjørðin og framvið landið

Á varmakeldu varð nýggja áttamannafarið hjá Eiriki á Húsamørk - Uppsala Pætur, flotað. Endamálið við bátinum er at gera útferðir frá Leirvík til Blankskála á Kalsoynni, ið er tiltikið fyri góðan sólargang, samstundis sum streymviðurskiftini í Leirvíksfirði eisini gera túrin til nakað serligt.

Umframt stimitúrin er ætlanin eisini at borðreiða við heimabakaðum breyði, bollum og føroyskum viðskera í fjósinum, ið er umbygt til endamálið, sigur kona Eirik, Harda Skoradal. Annað er eisini á skránni viðhvørt, eitt nú svartkalvi. Harda leggur afturat, at herfyri vitjaði eitt par úr Italia, og tey dámdu væl føroyska matin. 

"Ongi vindeygu eru í fjósinum, so gestirnir verða ikki órógvaðir av fólki uttanfyri, og tey, sum eru uttanfyri, verða ikki órógvaði av teimum, sum eru inni", sigur Eirikur á Húsamørk. Og júst hetta ger eisini, at fjálga fjósin í enn størri mun kennist sum at fara inn í eina hugnaliga holu.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Eirik á Húsamørk og Hardu Skoradal her.

 

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Gestir hesaferð eru Allan Samuelsen og Anja Magnussen
05-06-2026
Hanus Kjølbro greiðir frá veðrinum um vikuskiftið
05-06-2026
Í sendingini í morgun tosaðu vit við mann, sum í nógv ár hevur arbeitt í oljuvinnuni, og eisini hittu vit forkvinnuna í Eiðis Bóltfelag
04-06-2026
Ari í Hjøllum frá veðurstovuni greiðir frá um veðrið í dag
04-06-2026
Ari í Hjøllum frá veðurstovuni greiðir frá um veðrið í dag
04-06-2026
Í morgun tosa vit um Sørvágs country- og blues festival, sum verður í næstu viku
03-06-2026
Vit hitta Jens Mortan Mortensen, ið greiðir frá um listaframsýning á mentanarnáttini
03-06-2026
Vit hitta Jens Mortan Rasmussen, ið greiðir frá um listaframsýning á mentanarnáttini
03-06-2026
Hanus Kjølbro greiðir frá um veðrið
03-06-2026
Fimmboði Lisberg og Marita Hoydal eru gestir hesaferð
02-06-2026
Hanus Kjølbro greiðir frá um veðrið
02-06-2026
Gestir vóru Eyðstein Zachariassen og Jón á Argjaboða
01-06-2026