Summarmorgun

Summarmorgun týsdagin 6. august 2025
06-08-2025
Í sendingini fara vit á Brekkulegu í Leirvík, vit tosa um lestrarbyrjan og trivnað á Fróðskaparsetri Føroya og fara í nýggju viðarlundina á Viðareiði.

Í sendingini í dag fara vit til Leirvíkar, har skótarnir úr ymsum londum, sum hava verið á stóru Brekkuleguni í Leirvík, pakka saman. Tórður Mikkelsen var framvið við mikrofonini.

 

Í ólavsøkurøðu síni segði Aksel V. Johannesen løgmaður, at ein tann størsta avbjóðingin hjá Føroyum er at fáa ung, lesandi at støðast og trívast í Føroyum. Vit tosa við Sigmund Zachariassen og Poul Kjartan Matras úr Ráði teirra lesandi, um lestarabyrjan, kampusætlanir, lestarsrstuðul og lestraríbúðir á Eiragarði.

 

Síðst í sendingini fara vit til Viðareiðis, tí inni í Dølum á Viðareiði koma nú fyrstu trøini í nýggju viðarlundini upp. Fyrstu trøini vórðu sett niður fyri trimum árum síðani.
 

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

10-06-2026
Vit hoyra um dagin og um nakrar loyndarfullar rúnir, ið eru funnar í statinum Ottava.
10-06-2026
Sjúrður Skaale greiðir frá um ferð til Irak, har hann, millum annað, hevur vitjað í Bagdad og Mosul. Tórfríð Tavsen hevur skrivað eitt nýtt lag um Huldukonuna, sum er kend úr kvæðnum um seyðamannin á Sondum.
09-06-2026
Vit hoyra um dagin og hendingar tengdar at degnum.
09-06-2026
Tosað verður um víkingatoftir og jubeldoktor
08-06-2026
Vit hoyra um dagin og hendingar tengdar at degnum.
08-06-2026
Gestir hesaferð eru Allan Samuelsen og Anja Magnussen
05-06-2026
Hanus Kjølbro greiðir frá veðrinum um vikuskiftið
05-06-2026
Í sendingini í morgun tosaðu vit við mann, sum í nógv ár hevur arbeitt í oljuvinnuni, og eisini hittu vit forkvinnuna í Eiðis Bóltfelag
04-06-2026
Ari í Hjøllum frá veðurstovuni greiðir frá um veðrið í dag
04-06-2026
Ari í Hjøllum frá veðurstovuni greiðir frá um veðrið í dag
04-06-2026
Vit hitta Jens Mortan Rasmussen, ið greiðir frá um listaframsýning á mentanarnáttini
03-06-2026