Summarmorgun

Summarmorgun fríggjadagur 8. august 2025
08-08-2025
Gestir vóru Katrin Jacobæus, Ziska Jacobsen og Kári Reynheim

Í sendingini tosa vit við Katrin Jacobæus um nýggja heilsu- og rørsluátakið Meirathon, sum felagið CP Føroyar skipar fyri 14. september.

Vit skulu eisini hoyra stóra bragdið, sum Ziska Jacobsen framdi, tá hann í 1930 bjargaði 17 av manningini á skonnartini Ernestinu frá deyða, tá skonnartin rendi á eitt sker undir Bjarnavíkarberginum við Selvog í Íslandi. Ziska Jacbosen bar seg í nógv ár undan at greiða frá bragdinum, men 10. november 1971, eydnaðist tað útvarpsmanninum Árna Absalonsen at fáa Ziska at greiða frá um hendingina og at festa hesa frágreiðing á band. Tær gomli upptøkurnar eru nú reinsaðar.

Síðst í sendingini fara vit ein túr oman í Vágsbotn í Havn. Tí Vágsbotnur hevur ein serligan lut í lívinum í Havn - serliga um summarið. Men har hevur ikki altíð verið kafélív, og bátarnir hava ikki altíð ligið so friðaligir har sum teir nú gera. Tórður Mikkelsen hevur tosað við Kára Reynheim eldra um hvussu lívið í Vágsbotni er broytt.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Tað halda tveir av veteranunum í føroyskum fótbólti, Poul Michelsen og Heri Nolsøe.
28-08-2025
Tað halda tveir av veteranunum í føroyskum fótbólti, Poul Michelsen og Heri Nolsøe
27-08-2025
Kári P fyllir 75, og tað hátíðarheldur Summarmorgun við práti og tónleiki
22-08-2025
Standa fyri lívi, Teitur Lassen og Simgolf
21-08-2025
Vertir eru Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
20-08-2025
Vertir eru Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
19-08-2025
Vertir vóru Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
18-08-2025
Gestir vóru Beinta Ingeborg Greve, Martin Kúrberg, Leif Hansen, Rebekka Johansen og Nicolaj Falck.
15-08-2025
Gestir vóru Magnus Pauli West, Andrass Thomsen, Bergur Debes Joensen og Ingibjørg Winther
14-08-2025
Gestir vóru Súsanna Vang, Kristianna Vang, Sigvør Olivia Olsen, Magni Olsen, Jákup Dahl, Birita Adela, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen
13-08-2025
Gestir vóru Lovisa Petersen Glerfoss, Hallfríð Hammer í Hjøllum, Guðni Andreassen og Jóhannus Mikkelsen
12-08-2025
Summarið hevur sum vanligt nógvar uppgávur á garðinum í Stóru Dímun
11-08-2025