- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarmorgun

Nógv ferðafólk í Dímun í summar
11-08-2025
Summarið hevur sum vanligt nógvar uppgávur á garðinum í Stóru Dímun
Í summar hevur Atlantic Airways havt serligar sightseeing túrar við tyrlu út í oynna hvønn hósdag. Tað hevur borið í sær, at tey í Dímun hava havt fleiri ferðafólk í summar enn tey plaga.
Eva úr Dímun, bóndakona, og húskallurin í oynni, Høgni Jensen, greiða frá arbeiðnum í summar. Umframt ymiskt vanligt arbeiði á garðinum, hevur Høgni hjálpt bóndahjúnunum við at bryggja vín og at gera ost til egna nýtslu.
Lurta her eftir innslagnum í Summarmorgni.

Summarmorgun
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.
Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
Feltprestarnir Lis Samuelsen og Theodor Eli Dam Olsen greiða frá um arbeiðið sum feltprestur. Didde Jørgensen og Henry Fjallstein greiða frá sorgarbólkinum, sum savnast hvønn leygardag og Elisabeth Gaard fortelur um skótaferðia ferðina til Kambodja.
11-06-2026
Vit hoyra um dagin, hendingar tengdar at degnum og Jari í Hjøllum greiðir frá, hvussu veðrið verður í dag.
11-06-2026
Vit hoyra um dagin og um nakrar loyndarfullar rúnir, ið eru funnar í statinum Ottava.
10-06-2026
Sjúrður Skaale greiðir frá um ferð til Irak, har hann, millum annað, hevur vitjað í Bagdad og Mosul. Tórfríð Tavsen hevur skrivað eitt nýtt lag um Huldukonuna, sum er kend úr kvæðnum um seyðamannin á Sondum.
09-06-2026