Summarmorgun

Felagskenslan og trúfestið er viknað
27-08-2025
Tað halda tveir av veteranunum í føroyskum fótbólti, Poul Michelsen og Heri Nolsøe

Teir ásanna kortini, at pengafótbólurin er komin fyri at vera í Føroyum. Poul og Heri hugleiddu um broytingarnar í føroyskum fótbólti seinnu árini í Summarmorgni í morgun.

Er allur framburður góður? Ella er vandi í hvørjari vælferð?

Hjá teimum, sum yngri eru, man ikki vera lætt at ætla um, hvussu stórur munurin er á fótbólti nú og fyri hálvthundrað árum síðani.

Fyri fjøruti árum síðani varð spælt á grúsvøllum. Vit høvdu einki sersamband fyri fótbólt, og tí ongan limaskap í altjóða samgongunum.

Europa Cup var fyri hinar. Og landsdystir vórðu ikki spældir móti øðrum londum uttan onkur hendinga dystur móti íslendingum ella hetlendingum.

Og peningur millum felag og spælarar var eingin.

Sjónvarp og internet var ikki komið, útlendskur fótbóltur sást tí ikki uttan tá ið okkurt hissini fremmant lið hendingaferð vitjaði í Føroyum.

Nógv er tí broytt hesi árini.

Tveir, sum vóru frammarlaga í føroyskum fótbólti fyri á leið fimti árum síðani, men framvegis fylgja væl við í tí, sum fer fram í dag, siga seg kortini bara hava góð minnir frá føroyskum fótbólti í 60- og 70-árunum.

Poul Michelsen, sum nú er 81 ár, gavst sum fótbóltsspælari í 1972. Hann gjørdist tá formaður í fótbóltsdeild ÍSF´s, og gekk undan í fyrstu royndunum at vinna Føroyum limaskap í altjóða fótbóltssamgongunum.

Heri Nolsøe, sum nú er 75 ár, spældi til 1979. Hann var ein av bestu spælarum í føroyskum fótbólti í síni tíð.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Benjamin Djurhuus um nýggja útgávu, Bon Jovi konsert, 45 síðani útvarpið flutti og Vestanstevnuna.
10-07-2026
Vit hoyra um dagin og hendingar tengdar at degnum.
10-07-2026
Nýggjur sangur, Støkk og Guruwalk
09-07-2026
Vit hoyra um dagin, hendingar tengdar at degnum og hvussu veðrið verður í dag.
09-07-2026
Vit hoyra um nýggja postkassan í Skopun, um at oyggjaleikalimalondini hava vitjað oyggjarnar. Um átta ung, sum eru við OM i Fraklandi.
08-07-2026
Vit hoyra um dagin í dag og hvørjar hendingar eru tengdar at degnum. Eisini sigur veðurmaðurin frá veðriðnum í dag.
08-07-2026
Tosað verður við Jansý Frederiksberg um matstovuna Cølbo. Eisini vitja vit Messuna í Sørvági og vit taka pulsin á Team Rynkeby
07-07-2026
Vit hoyra um dagin í dag og um ein eiturkopp, sum rennur skjótast í heiminum.
07-07-2026
06-07-2026
Samrøða við landsliðsvenjaran Eyðun Klakstein um tøkni, vitlíkið og gransking í fótbólti.
06-07-2026
Grandma's Basement við nýggjum sangi, Fjarðastevna, Sandoyarstevna, Silvurdrongur og Oyggjar undir trýsti
03-07-2026
Góður amerikanskur morguntónleikur nú tað stundar til 250 ára frælsisdagin hjá USA og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
03-07-2026