Summarmorgun

Felagskenslan og trúfestið er viknað
27-08-2025
Tað halda tveir av veteranunum í føroyskum fótbólti, Poul Michelsen og Heri Nolsøe

Teir ásanna kortini, at pengafótbólurin er komin fyri at vera í Føroyum. Poul og Heri hugleiddu um broytingarnar í føroyskum fótbólti seinnu árini í Summarmorgni í morgun.

Er allur framburður góður? Ella er vandi í hvørjari vælferð?

Hjá teimum, sum yngri eru, man ikki vera lætt at ætla um, hvussu stórur munurin er á fótbólti nú og fyri hálvthundrað árum síðani.

Fyri fjøruti árum síðani varð spælt á grúsvøllum. Vit høvdu einki sersamband fyri fótbólt, og tí ongan limaskap í altjóða samgongunum.

Europa Cup var fyri hinar. Og landsdystir vórðu ikki spældir móti øðrum londum uttan onkur hendinga dystur móti íslendingum ella hetlendingum.

Og peningur millum felag og spælarar var eingin.

Sjónvarp og internet var ikki komið, útlendskur fótbóltur sást tí ikki uttan tá ið okkurt hissini fremmant lið hendingaferð vitjaði í Føroyum.

Nógv er tí broytt hesi árini.

Tveir, sum vóru frammarlaga í føroyskum fótbólti fyri á leið fimti árum síðani, men framvegis fylgja væl við í tí, sum fer fram í dag, siga seg kortini bara hava góð minnir frá føroyskum fótbólti í 60- og 70-árunum.

Poul Michelsen, sum nú er 81 ár, gavst sum fótbóltsspælari í 1972. Hann gjørdist tá formaður í fótbóltsdeild ÍSF´s, og gekk undan í fyrstu royndunum at vinna Føroyum limaskap í altjóða fótbóltssamgongunum.

Heri Nolsøe, sum nú er 75 ár, spældi til 1979. Hann var ein av bestu spælarum í føroyskum fótbólti í síni tíð.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Vit hoyra um dagin og hendingar tengdar at degnum. Eisini hvussu veðrið verður í dag.
22-07-2026
Vit tosa um ferðavinnusummarið í Suðri og vitja eisini á Krígssavninum í Vágum.
21-07-2026
Vit hoyra um dagin, hendingar tengdar at degnum og hvussu veðrið veður í dag og í morgin.
21-07-2026
Hesaferð vóru evnini HM finalan í fótbólti og tosa bleiv við Meinhard Olsen, ið er komin aftur til NSÍ at spæla.
20-07-2026
Vit nevna hendingar, ið farnar eru fram 20. juli, og vit tosa eisini við veðurstovuna um veðrið komandi dagarnar.
20-07-2026
Hesaferð tosaðu vit við Jens Arna Leo Hammerfoss, ið er settur integratiónssamskipari í suðuroynni, og vitja bleiv hjá Guðrun & Guðrun, sum hava fingið B Corp góðkenning.
17-07-2026
Vit tosaðu við Ásbjørn Berthelsen, kórleiðara og Tónu Fritsdóttir, myndlistakvinnu
16-07-2026
Vit hoyra um dagin, hendingar tengdar at degnum og hvussu veðrið veður í dag og í morgin.
16-07-2026
Gestir í sendingini hesaferð vóru Lassin Isaksen og leikarar í ólavsøkukabarettini.
15-07-2026
Vit hoyra um dagin, hendingar tengdar at degnum og hvussu veðrið veður í dag og í morgin.
15-07-2026
Nýggja sigið í Nýggjaberg, Ævintýraferðir um ólavsøku og um Hotel KG og ringvirkningar.
14-07-2026
Vit hoyra um dagin, hendingar tengdar at degnum og hvussu veðrið verður í dag og í morgin
14-07-2026