Summarmorgun

Summarmorgun
22-06-2026
Vit taka saman um jóansøkuna, lýsa EcoFar ráðstevnuna, og fregnast um heimsins fyrsta siglingartunnilin
Hvussu hildnaðist jóansøkan, sum var um vikuskiftið. Vit tosa við Magnus Paula West, trivnaðarleiðara í Vágs kommunu. Verkætlanin, sum kallast Broytingar í vistskipanum á føroyskum firðum seinastu øldina (stytt EcoFar), kannar, hvussu føroyskir firðir, víkir, vágir og sund og lívið í teimum eru broytt seinastu 100 árini. Í dag verður eitt spurnarblað, sum er ætlað almenninginum, almannakunngjørt. Fólk frá verkætlanin koma á vitjan. Fríggjadagin samtykti norska Stórtingið at farast skal undir heimsins fyrsta skipa- ella siglingartunnil. Vit tosa við Páll Nielsen, ið sum skipari regluliga siglur í økinum, har ið tunnilin skal gerast.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

10-08-2026
10-08-2026
07-08-2026
07-08-2026
06-08-2026
06-08-2026
05-08-2026
04-08-2026
04-08-2026
03-08-2026
03-08-2026
Júst sum summarblómurnar fóru at spretta, og várið var upp á sítt vakrasta, misti Tina beiggja sín, Dánial. Tí skrivaðu tær báðar í bólkinum Flákra sangin "Í ævir".
31-07-2026