Summarmorgun

Summarmorgun
24-06-2026
Nert ikki við av barkastokki, Leif Sørensen innlimaður í Hall of Fame og vit varpa ljós á svenska fuglamálaran William Gislander
Ein av mongu áhugaverdu og viðkomandi sendingunum hjá útvarpinum er “Nert ikki við”, sum Anna Joensen-Næs hevur stílað fyri. Og í dag fer fyrsta sendingin í summar av barkastokki. Vit fregnast um sendingarnar, tá verturin Anna Joensen-Næs, og serfrøðingarnir Bjørt Lind og Svanna Jákupsdóttir siga frá. Stóri slóðbrótarin innan føroysku matstovuvinnuna og matmentanina, Leif Sørensen, er heiðraður við upptøku í “Hall of Fame”. Leif støkkur inn á gólvið miðskeiðis í sendingini. Í 1924 ferðaðist svenski fuglamálarin William Gislander í Føroyum og úrslitið gjørdist at hann málaði umleið 100 málningar av føroyskum landsløgum og djóralívi. Vit fáa vitjan av Solveig Hanusardóttir Olsen og Bernhard Schirg, ið eisini vil hitta føroyingar, ið vita um og ella eiga verk eftir Gislander.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

10-08-2026
10-08-2026
07-08-2026
07-08-2026
06-08-2026
06-08-2026
05-08-2026
04-08-2026
04-08-2026
03-08-2026
03-08-2026
Júst sum summarblómurnar fóru at spretta, og várið var upp á sítt vakrasta, misti Tina beiggja sín, Dánial. Tí skrivaðu tær báðar í bólkinum Flákra sangin "Í ævir".
31-07-2026