- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarmorgun

Summarmorgun
03-07-2026
Grandma's Basement við nýggjum sangi, Fjarðastevna, Sandoyarstevna, Silvurdrongur og Oyggjar undir trýsti
“Hundafangarin” er heitið á nýggjum sangi, sum bólkurin Grandma’s Basement gevur út í dag – og saman við Jón Jacobsen skifta vit orð um sangin.
Føroyska summarið er á tremur við fjølbroyttum tiltøkum. Vit fregnast um tvey teirra, nevniliga Fjarðastevnuna í Vestmanna og Sandoyarstevnuna í Skopun.
Í komandi viku letur Silvurdrongur úr hondum nýggju heildarútgávuna “Bønir”. Vit skifta orð við Trygva Danielsen um eitt nú tónleikin og útgávuhættir.
Mánadagin verður nýggja útvarpsstuttrøðin “Oyggjar undir trýsti” send á fyrsta sinni. Vit práta við vertin, Una Arge.

Summarmorgun
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.
Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
Júst sum summarblómurnar fóru at spretta, og várið var upp á sítt vakrasta, misti Tina beiggja sín, Dánial. Tí skrivaðu tær báðar í bólkinum Flákra sangin "Í ævir".
31-07-2026