Summarmorgun

Hoyvíksbóndi slær bøin fyri bøndur í Kalsoynni
17-08-2026
-Fyri okkum er hetta ein vinn-vinn stæða, tí frammanundan brúktu vit langa tíð til at fáa hoyggið inn.Nú tekur tað bara nakrar fáar dagar, sigur bóndi á Trøllanesi

Á Trøllanesi og í Mikladali hava teir ikki neyt longur, og tí hava teir ikki brúk fyri so nógvum stráfóðri sum fyrr. Ístaðin fyri at brúka nógva tíð til sláingina og at bíða eftir terra, hava nakrir bøndur har norðuri gjørt avtalu við hoyvíksbóndan, Siggert Patursson, sum kemur allan tann langa vegin norður við stórari manning og framkomnari útgerð at sláa allan bøin hjá teimum í Mikladali og á Trøllanesi. So fáa teir stráfóðrið, sum teir hava brúk fyri, og hoyvíksbóndi kann fara suður aftur við nógvum grasi. Báðir partar eru glaðir fyri hesa skipan.


-Fyri okkum er hetta ein vinn vinn støða, tí frammanundan brúktu vit nógva tíð til hoyggið. Nú kemur hoyvíksbóndi væl mannaður norður og slær allan bøin og ballar grasið eftir fáum døgum, sigur Eyðun Eliassen, bóndi á Trøllanesi, sum hevur seyð bæði á Trøllanesi og í Mikladali. 


Siggert Patursson sigur, at tá teir har norðuri ringdu og spurdu um hann kundi koma norður at sláa, helt hann at bøurin kundi ikki liggja ósligin.


-Eg var sannførdur um at vit áttu at gera eina roynd, tí grasið er líka gott sum nakað annað og tað skapar arbeiðspláss í landinum. Tað skuldi ikki liggja ósligið, tí betri er at hava nógv stráfóður á goymslu enn pengar í bankanum. Og vit eru væl nøgdir við samstarvið við teir í Kalsoynni, tí tað hevur riggað væl, sigur Siggert Patursson, ið eisini hevur samstarv við Johan Jógvansson, bónda í Saksun, sum tekur sær av at balla grasið. 


Útgerðin sum teir brúka er stór og Siggert er væl nøgdur við samstarvið við Strandferðsluna.


-Nú hevur Ternan siglt, men vit klára ikki at fáa øll tólini umborð á Ternuna, tí portrið er ov smalt. Fyri at fáa útgerðina yvir í Kalsoynna, tók Strandferðslan Sam frá arbeiði á sleipistøð til at sigla ein túr við útgerðini. Nú kemur Sam aftur í sigling, so vit fara eisini at fáa øll tólini innaftur, sigur Siggert Patursson.


Her kanst tú hoyra innslagið, sum var í Summarmorgni.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Hjaltur Poulsen í Klaksvík heldur, at loyvi eigur at verða givið at skjóta bæði kóp og skarv, tí báðir stovnarnir eru so nógv vaksnir og eta so nógvan fisk
28-08-2026
Logos Hope liggur í Havn til mikudagin og síðani verður farið til Klaksvíkar. Í báðum støðum hevur almenningurin høvi at koma umborð og síggja skipið
28-08-2026
Jóhanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba lærir nógv umborð á Logos Hope. Hon mynstrar við á Havnini og skal verða eitt ár umborð
28-08-2026
Logos Hope, Gissur Patursson og gomlu stálbondini, og Suðurljóð á Tvøroyri
28-08-2026
Vit vitja umborð á Logos Hope, fáa vitjan av Bodil Meisner,og fara á gátt hjá Hjalta Poulsen
28-08-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
28-08-2026
Tangavirkið í Vági hevur úr at gera og langan bíðilista, tí reglurnar siga at teir elstu oljutangarnir í jørðini skulu skiftast út
27-08-2026
Vit hava brúk fyri einum  útjaðara- og útjavningarpolitikki, eins og tey hava í øðrum norðurlondum, og so eigur tunnilsprátið at fylla minni, heldur Miriam J. Norðberg
27-08-2026
-Tað stendur ikki í nakrari lærubók at vit skulu vera til, tí vit eru so smá, sigur Marius Davidsen, fráfarni fíggjarstjóri hjá Atlantic Airways, sum var við frá byrjan
27-08-2026
Góður morguntónleikur, Norðfestivalur og veðurforsøgnin
27-08-2026
Tey seks komandi stjørnuskotini og tær fimm nýggju stjørnurnar eru øll funnin, pallurin er um at vera liðugur og skjótt verður farið at taka upp til nýggja sendirøð
27-08-2026
FIT FIRST er eitt átak í Vágs skúla, sum hevur til endamáls at bøta um kropsligu støðuna, trivnaðin og virkishugin hjá næmingunum. Og úrslitini eru sera góð
26-08-2026