Summarmorgun

Fólk eru góð við Sjómannadagin
21-08-2026
Sjómannadagurin í Klaksvík byrjar í dag við stóru fiskikappingini á Stongunum seinnapartin, og kenda vatnkríggið er eisini í kvøld

Á hvørjum ári síðani 2005 hevur sjómannadagur verið hildin í Klaksvík. Tey fyrstu árini var tiltakið á Stongunum, men síðani 2014 hava øll felagstiltøkini verið á vestursíðuni.

-Fólk eru góð við Sjómannadagin og vælvildin er stór . Nógv fólk brúka eitt ótal av tímum at hjálpa til. Hjá okkum í nevndini er tað mangan nóg mikið við einari telefonsamtalu, og so fara fólk og fyritøkur í gongd við síni tiltøk, sigur Eyðstein Poulsen, formaður í nevndini fyri Føroya Sjómannadag. 

-Tað hugaliga er at alt er ókeypis og tað hevur frá fyrsta degi verið eitt mál.

Eyðstein Poulsen heldur at Sjómannadagurin varpar ljós á fiskivinnuna og sjóvinnuna.

-Nú eri eg sjálvur lærari og vit síggja, at miðnámsskúlar og stovnar koma inn í skúlan tá tað nærkast summarferiuni fyri at kunna um tað tað tey hava at bjóða. Vit síggja lítið til vinnuna, og tí kemur Sjómannadagurin væl við, sigur Eyðstein.

Hann sigur, at Sjómannadagurin hevur roynt at vera traditionellur, men kortini eru altíð onkur nýggj ting á skránni. Og tað sær út til at tey hava rakt rætt, tí fleiri og fleiri fólk koma á hvørjum ári til Klaksvíkar úr øllum landinum.

-Tað mest umráðandi fyri okkum er, at øll fáa ein góðan dag og fáa innlit í vinnuna, og eg føli at tað eydnast, sigur Eyðstein Poulsen.

Hoyr her samrøðuna við Eyðstein Poulsen í Summarmorgni.
 

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Hjaltur Poulsen í Klaksvík heldur, at loyvi eigur at verða givið at skjóta bæði kóp og skarv, tí báðir stovnarnir eru so nógv vaksnir og eta so nógvan fisk
28-08-2026
Logos Hope liggur í Havn til mikudagin og síðani verður farið til Klaksvíkar. Í báðum støðum hevur almenningurin høvi at koma umborð og síggja skipið
28-08-2026
Jóhanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba lærir nógv umborð á Logos Hope. Hon mynstrar við á Havnini og skal verða eitt ár umborð
28-08-2026
Logos Hope, Gissur Patursson og gomlu stálbondini, og Suðurljóð á Tvøroyri
28-08-2026
Vit vitja umborð á Logos Hope, fáa vitjan av Bodil Meisner,og fara á gátt hjá Hjalta Poulsen
28-08-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
28-08-2026
Tangavirkið í Vági hevur úr at gera og langan bíðilista, tí reglurnar siga at teir elstu oljutangarnir í jørðini skulu skiftast út
27-08-2026
Vit hava brúk fyri einum  útjaðara- og útjavningarpolitikki, eins og tey hava í øðrum norðurlondum, og so eigur tunnilsprátið at fylla minni, heldur Miriam J. Norðberg
27-08-2026
-Tað stendur ikki í nakrari lærubók at vit skulu vera til, tí vit eru so smá, sigur Marius Davidsen, fráfarni fíggjarstjóri hjá Atlantic Airways, sum var við frá byrjan
27-08-2026
Góður morguntónleikur, Norðfestivalur og veðurforsøgnin
27-08-2026
Tey seks komandi stjørnuskotini og tær fimm nýggju stjørnurnar eru øll funnin, pallurin er um at vera liðugur og skjótt verður farið at taka upp til nýggja sendirøð
27-08-2026
FIT FIRST er eitt átak í Vágs skúla, sum hevur til endamáls at bøta um kropsligu støðuna, trivnaðin og virkishugin hjá næmingunum. Og úrslitini eru sera góð
26-08-2026