Summarmorgun

140.000 fermetrar av náttúrulund
25-08-2026
Nú eru 10 ár síðani tey fyrstu trøðini vórðu sett niður í náttúrulundini við Streymin og tey fyrstu eru nú omanfyri tveir metrar høg

Edmund Joensen, gamli politikarin, hevur frá fyrsta degi verið eldsálin í náttúrulundini við Streymin, sum er ein stór verkætlan sum eitt sjálvsognarfelag við limum stendur fyri.

 

Edmund Joensen sigur, at verkætlanin hevur frá fyrsta degi fingið góða undirtøku. Gróðursetingin og annað er gjørt sjálvboðið. Annars hevur felagið fingið 15 milliónir kr. Í stuðli frá danska náttúrugrunninum Aage V. Jensen. Fyri tað er høvuðsarbeiðið í lendinum gjørt.

 

-Eg eri stoltur at eg ikki longur síggi upp um tey elstu trøðini. Nú eru tey omanfyri tveir metrar og tað gongur skjótt, sigur Edmund Joensen.

 

Felagið hevur keypt gamla garnavirkið, sum er í økinum har náttúrulundin er sunnanfyri brúnna eysturoyarmegin.  Arbeiðið at gera húsið klárt til undirvísing er nærum liðuft, og Skúlin við Streymin fer at hava ábyrgdina av húsinum. Ætlanin er at skúlanæmingar kring alt landið skulu hava møguleika at koma hagar at fáa undirvísing um náttúruna og í náttúruni.

 

Edmund Joensen er fegin um at fólk longu nú brúka lundina. Nógv ganga og onnur renna fyri at fáa motión. Fólk hava veruliga tikið hana til sín, sigur Edmund.

 

Annars kanst tú hoyra samrøðuna við Edmund Joensen í náttúrulundini her.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Hjaltur Poulsen í Klaksvík heldur, at loyvi eigur at verða givið at skjóta bæði kóp og skarv, tí báðir stovnarnir eru so nógv vaksnir og eta so nógvan fisk
28-08-2026
Logos Hope liggur í Havn til mikudagin og síðani verður farið til Klaksvíkar. Í báðum støðum hevur almenningurin høvi at koma umborð og síggja skipið
28-08-2026
Jóhanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba lærir nógv umborð á Logos Hope. Hon mynstrar við á Havnini og skal verða eitt ár umborð
28-08-2026
Logos Hope, Gissur Patursson og gomlu stálbondini, og Suðurljóð á Tvøroyri
28-08-2026
Vit vitja umborð á Logos Hope, fáa vitjan av Bodil Meisner,og fara á gátt hjá Hjalta Poulsen
28-08-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
28-08-2026
Tangavirkið í Vági hevur úr at gera og langan bíðilista, tí reglurnar siga at teir elstu oljutangarnir í jørðini skulu skiftast út
27-08-2026
Vit hava brúk fyri einum  útjaðara- og útjavningarpolitikki, eins og tey hava í øðrum norðurlondum, og so eigur tunnilsprátið at fylla minni, heldur Miriam J. Norðberg
27-08-2026
-Tað stendur ikki í nakrari lærubók at vit skulu vera til, tí vit eru so smá, sigur Marius Davidsen, fráfarni fíggjarstjóri hjá Atlantic Airways, sum var við frá byrjan
27-08-2026
Góður morguntónleikur, Norðfestivalur og veðurforsøgnin
27-08-2026
Tey seks komandi stjørnuskotini og tær fimm nýggju stjørnurnar eru øll funnin, pallurin er um at vera liðugur og skjótt verður farið at taka upp til nýggja sendirøð
27-08-2026
FIT FIRST er eitt átak í Vágs skúla, sum hevur til endamáls at bøta um kropsligu støðuna, trivnaðin og virkishugin hjá næmingunum. Og úrslitini eru sera góð
26-08-2026