Summarmorgun

Skúlabørnini orka nú 31 prosent betri
26-08-2026
FIT FIRST er eitt átak í Vágs skúla, sum hevur til endamáls at bøta um kropsligu støðuna, trivnaðin og virkishugin hjá næmingunum. Og úrslitini eru sera góð

Vágs skúli vildi fegin royna rørsluátakið FIT FIRST, sum Syddansk Universitet hevur ment í samstarvi við m.o. vágbingin Magna Mohr. Nú á døgum er stórur partur av børnum og ungdómi bundin at skíggja. Endamálið við FIT FIRST er at fáa skúlanæmingarnar at spæla meira og brúka orkuna, og at kenna seg sum part av átkinum. Í 1., 2. Og 3. flokki verða tríggir tímar um vikuna brúktir til FIT FIRST.

Í átakinum eru ymiskar ítróttagreinar og harvið ymiskar rørslur. Í morgun, nú Summarmorgun vitjar, eru tey í fimleikarhøllini og spæla kurvabólt. Lærarin Finn Johannesen sigur, at í byrjanini fyri trimum árum síðani vóru ikki allir næmingarnir so hugaðir, men sum frá leið sóu tey, at øll fáa okkurt burtur úr.

-Átakið hjá okkum byrjaði á vári í 2023 og vit sóu at tølini broyttust skjótt. Úrslitið hevur vakt stóran ans, tí ímiðal bleiv konditiónin hjá næmingunum 31 prosent betri eftir bara 10 vikum. Vit høvdu ikki droymt um at tað kundi gera so stóran mun, sigur John Henrik Holm, skúlastjóri í Vágs skúla.

Hann sigur at tað hevði ikki borið til at farið undir átakið uttan vælvild frá Tvøroyrar skúla, sum hevur verið ein kontrollskúli, so tølini kundu samanberast. Og tølini talaðu sítt greiða mál, at átakið loysti seg. Nú er Tvøroyrar skúli eisini komin við í skipanina, og nú hava báðir teir stóru skúlarnir í Suðuroynni eina felags verkætlan.

Nú verða tølini borin saman við skúlar norðanfjørðs og umframt konditión er trivnaður nú eisini við í verkætlanini. John Henrik Holm sigur, at skúlar norðanfjørðs hava víst ájhuga fyri at vera við í FIT FIRST-átakinum. Hann nevnir t.d. Tofta skúla og Vestmanna skúla.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Logos Hope liggur á Havnini til mikudagin 2. september, tá skipið fer til Klaksvíkar
26-08-2026
Samleikin eyka trygdarstig, nýtt umfar við Hoydølum, og spennandi verkætlan í Vágs skúla
26-08-2026
Vit minnast Dolly Parton, kvinnuhondbóltslandsliðið aftur í eldin um 99 dagar, og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
26-08-2026
Nú eru 10 ár síðani tey fyrstu trøðini vórðu sett niður í náttúrulundini við Streymin og tey fyrstu eru nú omanfyri tveir metrar høg
25-08-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
25-08-2026
1. september hava Karin Sólsker og Vera Larsen verið í hárfríðkanaryrkinum í 40 ár. Og ein av hendingunum, ið Vera minnist, er tá ein bilur endaði inni í salongini
24-08-2026
-Ein slík kapping stimbrar undir áhugan fyri kokkayrkinum, sigur Lassi Havsteinsson Klein, sum vann kokkakappingina fyri ungar kokkar leygardagin -
24-08-2026
Gomlu træseglskipini hava ein týðandi leiklut á árliga Sjómannadegnum, og aftur í ár varð kósin sett til Klaksvíkar
24-08-2026
40 ár við hár, kokkakapping og slupptúrur sjómannadagin
24-08-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin fyri vikuna.
24-08-2026
Sjey eru við i hesari kappingini, sum fer fram í stóra tjaldinum á Sjómannadegnum í morgin. Fólk hava høvi at fylgja við meðan teir arbeiða
21-08-2026
Sjómannadagurin í Klaksvík byrjar í dag við stóru fiskikappingini á Stongunum seinnapartin, og kenda vatnkríggið er eisini í kvøld
21-08-2026