Summarmorgun

Danskur fólkatingslimur vil verja grindadráp
03-07-2015
Rasmus Jarlov, nývaldur fólkatingslimur fyri Konservativu í Danmark, fer at stríðast fyri føroyskum grindadrápi

Umleið tvær vikur eru farnar, síðan blái blokkur vann danska valið.
Eftir valkvøldið hava donsku flokkarnir tingast um, hvør skal hava ymsu málsøkini.
Konservativi flokkurin fekk einans seks tinglimir, men tað merkir bara, at meira er til hvønn einstaka tinglim.
Fyrradagin var jólaaftan hjá Konservativa flokkinum, tá ið gávurnar vórðu býttar millum tinglimirnar.
Rasmus Jarlov fekk millum annað Føroyar sum málsøki, og hann hevur longu skrivað á facebook, at hann stuðlar føroyskum grindadrápi. Hann skrivar eisini, at hann er tann einasti danski politikarin, ið leggur stóran dent á ríkisfelagsskapin.
Vit ringdu til Rasmus fyri at vita, hví hann var so kvikur á facebook.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Veðrið, nýggjur sangur frá Halli Joensen, og Torkil Tórgarð nýggjur háskúlastjóri
08-07-2025
Veðrið, Tórshavnar Kamarkór í Fraklandi, og føroyskt fyl folað uttanfyri Føroyar
07-07-2025
Summarmorgun - 020725
02-07-2025
Summarmorgun - 010725
02-07-2025
Summarmorgun - 300625
02-07-2025
Summarmorgun - 240625
28-06-2025
Morgunútvarp
27-06-2025
Gestir í sendingini eru Ingi Olsen, Andras Nolsøe, John Kjær og Jógvan Fríðriksson
26-06-2025
Gestir eru Sigurð Ó. Vang, Arni Teindal, Arnbjørn í Smiðjuni og Jóanes Lisberg
26-06-2025
Jóansøka, Tjóðsavnið ger royndargravingar, fruktbæri og nýtt staklag
20-06-2025
Søguforteljing, maskering, náttúrutilfeingi og hondbóltur
19-06-2025
Morgunsending í summarskránni
18-06-2025