- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarmorgun

Tað er okkurt hátíðarligt yvir Merkinum, tí tað vísir á ein tjóðarsamleika. Tá flaggað verður við Merkinum við skeivari litsamanseting, kennist tað tí niðrandi fyri føroyingar, og tí øsa teir seg upp. Tað sigur Hans Andrias Sølvará, lektari á Setrinum.
Ein annur partur av tí er, at tað er eitt land í Ríkisfelagsskapinum, sum hevur flaggað við skeiva flagginum. Enn er tað ein ósvaraður spurningur, akkrát hvat Ríkisfelagsskapurin ber í sær, og hvønn lut tey trý londini í felagsskapinum hava. Tá slíkt hendur, er tað tí sera kensluborið, og fær førroyingar at reagera.
Hoyr Hans Andrias Sølvará greiða frá, hvat liggur aftanfyri kjakið um flaggøluna 29. juli, og Bjørk Krog Olsen siga frá, hví hon avráddi at vera við í kjakinum.

Summarmorgun
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.
Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.








