Summarmorgun

– Arbeiða fyri at ADHD verður viðurkent
18-06-2019
ADHD verður ikki í nóg stóran mun viðurkent, og tí fer ADHD-felagið í næstum at arbeiða fyri at vinna sær viðurkenning

ADHD stendur fyri „Attention deficit Hyperactivity Disorder“, og er eitt atferðarog uppmerksemisórógv. Onnur heiti, sum hava verið nýtt um ADHD, eru DAMP (Deficits in Attention, Motor control and Perception) og Hyperkinetiskt syndrom. Børn við ADHD hava serligar trupulleikar við uppmerksemi, bindindi og sosialari atferð. Tey eru hyperaktiv, verða skjótt avleidd og hava motoriskar trupulleikar í størri og minni.

Men enn er henda diagnosan, sambært ADHD-felagnum, ikki í nóg stóran mun viðurkend. Bjørg Dam, forkvinna í felagnum, og Bára Silvansdóttir, sum hevur diagnosuna, greiða frá týdninginum av at diagnosan verður viðurkend.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

12-06-2026
12-06-2026
Feltprestarnir Lis Samuelsen og Theodor Eli Dam Olsen greiða frá um arbeiðið sum feltprestur. Didde Jørgensen og Henry Fjallstein greiða frá sorgarbólkinum, sum savnast hvønn leygardag og Elisabeth Gaard fortelur um skótaferðia ferðina til Kambodja.
11-06-2026
Vit hoyra um dagin, hendingar tengdar at degnum og Jari í Hjøllum greiðir frá, hvussu veðrið verður í dag.
11-06-2026
10-06-2026
Vit hoyra um dagin og um nakrar loyndarfullar rúnir, ið eru funnar í statinum Ottava.
10-06-2026
Sjúrður Skaale greiðir frá um ferð til Irak, har hann, millum annað, hevur vitjað í Bagdad og Mosul. Tórfríð Tavsen hevur skrivað eitt nýtt lag um Huldukonuna, sum er kend úr kvæðnum um seyðamannin á Sondum.
09-06-2026
Vit hoyra um dagin og hendingar tengdar at degnum.
09-06-2026
Tosað verður um víkingatoftir og jubeldoktor
08-06-2026
Vit hoyra um dagin og hendingar tengdar at degnum.
08-06-2026
Gestir hesaferð eru Allan Samuelsen og Anja Magnussen
05-06-2026
Hanus Kjølbro greiðir frá veðrinum um vikuskiftið
05-06-2026