Summarmorgun

Vildi kenna sítt upphav
10-07-2019
Fleiri grundleggjandi spurningar vóru greiddir, tá danski rithøvundurin Eva Tind fór til Korea, haðani hon varð ættleid, 15 mánaðar gomul.

Rithøvundin Eva Tind er 45 ára gomul, gift, mamma at trimum og uppvaksin í lítla býnum Låsby í Eysturjútlandi. Men hon er fødd í Korea, og ættleidd haðani til Danmarkar, 15 mánaðir gomul.

Hendan bakgrundin hevur merkt hana sum menniskja, og sæst eisini í skaldskapi hennara. Í seinastu bókini "Ophav", ið kom út í apríl í ár, viðgerð Eva Tind stór evni sum móðurskap, skilnað, samleika, tilknýti og tað at fara og at verða latin eftir.

Bókin hevur fingið sera góð ummæli og er millum annað tilnevnd DR´s litteraturpris, sum er prísur, ið bókaklubbar kring landið tilnevna. Eva Tind metir at tað kanska millum annað er tí, at bókin viðgerð stór grundleggjandi menniskjalig evni, sum nógv kenna aftur.

Eva Tind er í Føroyum í løtuni, tí hon er ein av fleiri listafólkum og rithøvundum, sum luttaka í bókmenta- og listatiltakinum "Always coming home", sum Ida Bencke kurator frá Laboratory for Aesthetics and Ecology og Kim Simonsen fyriskipari frá Eksil samskipa. Tiltakið er í Norðurlandahúsinum í dag frá klokkan 15-17, og verður eisini á G!-festivalinum hósdagin og fríggjdagin.

"Always coming home" snýr seg um hugtakið "heim" ella "heimar", sum verður lýst úr ymsum sjónarhornum. Í lýsingini av tiltakinum verður hugtakið solostalgi millum annað nevnt. Solostalgi merkir, "tað ikki at føla seg heima heima og at leingjast heim, meðan vit eru heima", og hetta er eisini ein kensla, sum Eva Tind kennir til, og hevur hon havt eina trongd at kanna og koma at kenna sítt upphav.

Sum 14 ára gomul fekk hon samband við sína familju í Korea, og sum 21 ára gomul fór hon til Korea, og hendan vitjanin greiddi fleiri av teimum grundleggjandi spurningunum, ið hon hevði havt gjøgnum sín uppvøkstur.

Tað hevði týdning fyri hana at hitta familjuna, og at kunna spegla seg í teimum fysisk og psykiskt, men eisini kendi hon eitt tilknýti til koreanska fólki og landslagið.

Lurtið eftir samrøðuni við Evu Tind, har hon greiðir frá, hví tað tað hevur havt týdning fyri hana, at kenna sítt upphav.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Tað halda tveir av veteranunum í føroyskum fótbólti, Poul Michelsen og Heri Nolsøe.
28-08-2025
Tað halda tveir av veteranunum í føroyskum fótbólti, Poul Michelsen og Heri Nolsøe
27-08-2025
Kári P fyllir 75, og tað hátíðarheldur Summarmorgun við práti og tónleiki
22-08-2025
Standa fyri lívi, Teitur Lassen og Simgolf
21-08-2025
Vertir eru Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
20-08-2025
Vertir eru Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
19-08-2025
Vertir vóru Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
18-08-2025
Gestir vóru Beinta Ingeborg Greve, Martin Kúrberg, Leif Hansen, Rebekka Johansen og Nicolaj Falck.
15-08-2025
Gestir vóru Magnus Pauli West, Andrass Thomsen, Bergur Debes Joensen og Ingibjørg Winther
14-08-2025
Gestir vóru Súsanna Vang, Kristianna Vang, Sigvør Olivia Olsen, Magni Olsen, Jákup Dahl, Birita Adela, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen
13-08-2025
Gestir vóru Lovisa Petersen Glerfoss, Hallfríð Hammer í Hjøllum, Guðni Andreassen og Jóhannus Mikkelsen
12-08-2025
Summarið hevur sum vanligt nógvar uppgávur á garðinum í Stóru Dímun
11-08-2025