Summarmorgun

Vildi kenna sítt upphav
10-07-2019
Fleiri grundleggjandi spurningar vóru greiddir, tá danski rithøvundurin Eva Tind fór til Korea, haðani hon varð ættleid, 15 mánaðar gomul.

Rithøvundin Eva Tind er 45 ára gomul, gift, mamma at trimum og uppvaksin í lítla býnum Låsby í Eysturjútlandi. Men hon er fødd í Korea, og ættleidd haðani til Danmarkar, 15 mánaðir gomul.

Hendan bakgrundin hevur merkt hana sum menniskja, og sæst eisini í skaldskapi hennara. Í seinastu bókini "Ophav", ið kom út í apríl í ár, viðgerð Eva Tind stór evni sum móðurskap, skilnað, samleika, tilknýti og tað at fara og at verða latin eftir.

Bókin hevur fingið sera góð ummæli og er millum annað tilnevnd DR´s litteraturpris, sum er prísur, ið bókaklubbar kring landið tilnevna. Eva Tind metir at tað kanska millum annað er tí, at bókin viðgerð stór grundleggjandi menniskjalig evni, sum nógv kenna aftur.

Eva Tind er í Føroyum í løtuni, tí hon er ein av fleiri listafólkum og rithøvundum, sum luttaka í bókmenta- og listatiltakinum "Always coming home", sum Ida Bencke kurator frá Laboratory for Aesthetics and Ecology og Kim Simonsen fyriskipari frá Eksil samskipa. Tiltakið er í Norðurlandahúsinum í dag frá klokkan 15-17, og verður eisini á G!-festivalinum hósdagin og fríggjdagin.

"Always coming home" snýr seg um hugtakið "heim" ella "heimar", sum verður lýst úr ymsum sjónarhornum. Í lýsingini av tiltakinum verður hugtakið solostalgi millum annað nevnt. Solostalgi merkir, "tað ikki at føla seg heima heima og at leingjast heim, meðan vit eru heima", og hetta er eisini ein kensla, sum Eva Tind kennir til, og hevur hon havt eina trongd at kanna og koma at kenna sítt upphav.

Sum 14 ára gomul fekk hon samband við sína familju í Korea, og sum 21 ára gomul fór hon til Korea, og hendan vitjanin greiddi fleiri av teimum grundleggjandi spurningunum, ið hon hevði havt gjøgnum sín uppvøkstur.

Tað hevði týdning fyri hana at hitta familjuna, og at kunna spegla seg í teimum fysisk og psykiskt, men eisini kendi hon eitt tilknýti til koreanska fólki og landslagið.

Lurtið eftir samrøðuni við Evu Tind, har hon greiðir frá, hví tað tað hevur havt týdning fyri hana, at kenna sítt upphav.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Turið Poulsen, Símun Christian Olsen, Andreas Krog, og Anja Magnussen
18-07-2025
Veðurforsøgnin, status á Oyggjaleikunum, ólavsøkuklæðið í Havnar kirkju, og føroyskur ferðaleiðari í Keypmannahavn
17-07-2025
Veðurforsøgnin, ein stimitúrur yvir á Blankskála, og status á Oyggjaleikunum
16-07-2025
Hetta er yoga á føroyskum og ein stórsligin náttúruuppliving um fjørðin og framvið landið
16-07-2025
Veðurforsøgnin fyri týsdagin og mikudagin, status á Oyggjaleikunum, Súrligt summar er nýggj summarsending, og treff fyri koyristólar
15-07-2025
Veðurforsøgnin fyri hesa vikuna, status á Oyggjaleikunum, og 40 ár síðani Live Aid konsertirnar
14-07-2025
Veðrið um vikuskiftið, trý ættarlið runt Bornholm, Marius DC nýggjan sang saman við Daniu Tausen, og fjarðastevna er um vikuskiftið
11-07-2025
Veðrið, kringvarpið á Oyggjuleikunum, Barnabati, og ólavsøkukabarettin
10-07-2025
Veðrið, føroyingar á altjóða skótalegu í Noreg, og Jóhanna og Thorshavn fara til Oyggjaleikir í Oyrknoyggjum
09-07-2025
Veðrið, nýggjur sangur frá Halli Joensen, og Torkil Tórgarð nýggjur háskúlastjóri
08-07-2025
Veðrið, Tórshavnar Kamarkór í Fraklandi, og føroyskt fyl folað uttanfyri Føroyar
07-07-2025
Summarmorgun - 020725
02-07-2025