Summarmorgun

50 ár síðani fyrsta fólkið gekk á mánanum
19-07-2019
Og í dag er ein føroyingur á odda fyri Mars Rover, ið verður skotin út í rúmdina komandi summar

Vit minnast mánalendingina við brotum úr søgusavni kringvarpsins. Vit hitta eisini listarmannin, Edward Fuglø, sum á nýggjum frímerki lýsir mánalendingina við føroyskum eygum, og vit tosa við David Arge Klevang Pedersen, ið er adjunktur á DTU Space Center, og útbúgvin verkfrøðingur og rúmdarnavigatørur, og sum stendur á odda fyri Mars Rover verkætlanini. Og David sigur okkum eisini um hvønn týdning mánaferðinar við Apollo hava havt fyri okkara gerandisdag.
Tú kanst hoyra frásøgnina her!

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Veðurforsøgnin, Sjósavnið og Mentanarhúsið í Vàgum, Countryfestivalurin í Sørvági. Dagsins skrá fyri kongsvitjanina
13-06-2025
Brian Wilson farin, veðrið, blómuhandan, Húsarhaldsskúli Føroya,dagsins skrá fyri kongavitjanina
12-06-2025
Veðrið komandi samdøgrið, nýggj bók um føroyska búnan, og teaturkonsertir fyri børn
05-06-2025
Veðrið komandi samdøgrið, nýggj kappróðrarsending, flogferð til Dímunar
03-06-2025
Norðfestival, veðurforsøgn, Eivør Pálsdóttir, Elektronikkskúlin, Nánd kvøldseta og Suðurljóð
30-08-2024
Veðurforsøgnin, Arctic Young Chef kokkakappingin, og føroysk hárfríðkanarkvinna setur hár hjá m.a. supermodellum
29-08-2024
Veðurforsøgnin, gamejamvikuskiftið, talukennarin Dictus Sun er nú á føroyskum, og kunnað verður um lichen sclerosos, ið er ein kynssjúka
28-08-2024
Rudda Føroyar, klipp í koyrikortið, veðrið í dag og Oasis
27-08-2024
Einki merki veittar á Paralympisku leikunum, eitt flygul kemur til Klaksvíkar, hylurin í Svínoy tekur skap og Tórshavnar Kvøldskúli opnar slúsurnar í dag.
26-08-2024
Fríði Djurhuus fær stóran norðurlendskan heiður, Benjamin við nýggjum lagi, Seinsummardagar í Sandavági, og Kí kundi og mundi
23-08-2024
Urðardansur í Kvívík, nýtt ár í Musikkskúlanum og Eydnufestivalur
23-08-2024
Urðardansur í Kvívík, nýtt ár í Musikkskúlanum og Eydnufestivalur
21-08-2024