- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilvera
Tað verður ofta sagt, at barndómurin er stuttur í dag, og at børn spæla so lítið við leikur. Men tey, sum granska leikur, siga, at børn ongantíð hava spælt so nógv, sum tey gera í dag. - Foreldur vilja hava børnini at spæla og keypa fegin ymiskar leikur. Samstundis harmast nógv foreldur um, at børnini heldur leita til telduna við teimum tølandi telduspølunum. - Hetta er onki at harmast ella óttast, siga hesir granskarir. Tí børn kenna markið millum veruleika og fantasi. Tey vita, at hetta eru gjørd spøl. - Samfelagið er í dag rættiliga aldursbýtt, men hetta hvørvur við telduni. Nú spælir tú ikki bert, meðan tú ert barn, men alt lívið, tí teldan og telduspølini seta onki aldursmark.