Við Tórði á túri

Við Tórði á túri um bátar og brennandi veiðihug
30-03-2020
Tveir veiðihugaðir brøður í Vestmanna, útróðrarbáturin Norðan í Klaksvík og opni báturin Tusk hjá gamla djóralæknanum eru evnini í sendingini í dag

Brøðurnir Sigurð og Agnar Nielsen í Vestmanna hava framvegis sera góðan hug at fara á flot, hóast teir nú eru ávikavist 94 og 91 ára gamlir, og teir hava hvør sín stóra glastrevjabát. Seinasta heyst og í allan vetur hevur nógvur toskur verið at fingið inni á Vestmanna, heilt inn til bryggjuna. Brøðurnir Sigurð og Agnar eru ikki á einum máli um henda toskin.

 

Í fleiri ár royndi Agnar Nielsen eftir hemara og hann fekk nógv. Hetta var ein serliga spennandi veiða, sigur Agnar. Mangan fekk hann seg veruliga royndan í drúgva bardaganum móti hemaranum, ið er ein stórur og sterkur fiskur av hávaslag.

 

12 fyritøkur í Klaksvík hava stovnað grunnin "Norðan KG 334" og endamálið er at varðveita tann 101 ára gamla deksbátin við sama navni. Rutt Norðoy Joensen hevur serligar kenskur fyri bátinum, sum allan hennara uppvøkstur var í familjuni. Tí gjørdist hon sera glað tá hon hoyrdi, at fyritøkur í Klaksvík vildu varðveita hann. Stigtakarin Karl Birgir Isaksen sigur, at "Norðan" skal siga søguna um útróðurin í Klaksvík. Og í sendingini greiðir Anfinn Jacobsen frá flaggsiglingini við "Norðan" síðsta summar.

 

Opni báturin "Tusk" og gamli landsdjóralæknin Carl Johan Bech vóru ein ímynd kring landið. Hesi seinastu árini hevur kappróðrarfelagið Tvørabáturin í Keypmannahavn átt bátin, sum nú er komin aftur til Føroya, og Robert McBirnie yngri eigur hann. Súsanna í Búðini á Velbastað, sum er abbadóttir Carl Johan, greiðir frá serligum túrum hjá abbanum við "Tusk".

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Í dag er túrurin í býlinginum á Sevmýri, har nógvar søguligar uppgerðir hava verið í fótbólti, men her henda stórar broytingar júst nú. Og vit hitta fleiri fólk, ið búgva her
15-04-2024
Høvuðspersónurin á túrinum í dag er 91 ára gamli gjáarmaðurin Petur Jacob Sigvardsen, sum hevur givið fleiri og 20 bøkur út eftir at hann bleiv pensiónistur
25-03-2024
Tey hava sungið nærum kring alt landið, og tað er hugtakandi at hoyra og síggja kórið Sangfuglar við minnisveikum fólkum framføra kórsang. Kórið hevur verið til í seks ár
18-03-2024
Í ár varð serliga nógv gjørt burtur úr í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Tiltøk vóru alla vikuna og vit hoyra um nøkur á hesum túrinum.
11-03-2024
Fyrstu sethúsini í býlinginum á Breiðabliki í Havn vórðu reist fyri góðum 20 árum síðani. Og í dag vita tey, sum har búgva, at siga frá nógvum søgum
04-03-2024
Fyri 18. ferð hava torradagar verið í Klaksvík. Eitt tiltak, sum samlar nógv fólk í sambandi við fiskivinnu og mentan. Á hesum túri vitja vit fleiri av tiltøkunum
26-02-2024
Gamla Hospital í Havn, sum varð tikið í brúk í 1829, kemur nú til heiður og æru aftur. Í 43 ár hava Vanja Petersen og onnur arbeitt við at fáa tað til eitt savn ov fortíðina
19-02-2024
Næstseinasta vikuskifti var ein hópur av tannáringum á Mini Teen Street á Kambsdali. Í sendingini hitta vit fleiri, sum eisini plaga at vera á altjóða leguni í Týsklandi
12-02-2024
400 ára gamli studentagarðurin í Keypmannahavn, Regensen, er framvegis siðbundin studentagarður og har búgva í dag fimm føroyingar. Teir gomlu siðirnir eru framvegis á Garði
05-02-2024
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023