Við Tórði á túri

Við Tórði á túri um seinna heimskríggj (2:3)
04-05-2020
Í hesum døgum eru 75 ár síðani seinni veraldarbardagi endaði. Í dag hitta vit fólk á Strondum, á Tvøroyri, í Árnafirði, Klaksvík og Sørvági

97 ára gamli Georg Abrahamsen á Strondum greiðir frá virkseminum hjá bretsku hermonnunum á Strondum, og krígsárini arbeiddi hann hjá bretum úti á Bergi, har teir høvdu støðina. Sonurin Jan Abrahamsen eigur nú stóru betongbarakkina.

 

Søgufrøðingurin Jon S. Hansen í Miðvági hevur stóran áhuga fyri seinna heimsbardaga og hevur granskað í honum. Hann hevur skrivað eina masterritgerð um evnið, og í sendingini greiðir hann frá gongdini í krígnum.

 

Tað var ógviliga dramatiskt tá týskt flogfar bumbaði saltsiloina á Drelnesi. Ein av teimum, ið sóu tilburðin, var 92 ára gamli Einar Larsen á Tvøroyri og hann greiðir frá hendingini.

 

Árnafjørður er gott rekapláss, og á landsynningi var stórur vandi fyri at minur róku inn á fjørðin. Handilskonan í bygdini, Fanny Olsen, og Torleif Justinussen greiða frá, tá árnfirðingar fóru niðan í minuhúsið omanfyri bygdina, tí vandi var fyri spreingingum. Onkur mina gjørdi eisini stóran skaða.

 

Alex Sólstein, gamli skúlastjórin í Klaksvík, greiðir frá ógvisligu bumbingunum í Klaksvík í 1941. Tað var eitt Guðs undur at eingin fólkasaði var, sigur Alex. Nógvar familjur í Klaksvík flýggjaðu til tær smáu bygdirnar í Norðoyggjum.

 

Tá bretar høvdu gjørt av at gera flogvøll í Vágum, bleiv Sørvágs havn ógviliga týdningarmikil og í Sørvági blivu fleiri hundrað barakkir reistar til bretarnar. Lars Larsen og Vilborg Davidsen, ið bæði vuksu upp í Sørvági, greiða frá stóru broytingunum í bygdini.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Í dag er túrurin í býlinginum á Sevmýri, har nógvar søguligar uppgerðir hava verið í fótbólti, men her henda stórar broytingar júst nú. Og vit hitta fleiri fólk, ið búgva her
15-04-2024
Høvuðspersónurin á túrinum í dag er 91 ára gamli gjáarmaðurin Petur Jacob Sigvardsen, sum hevur givið fleiri og 20 bøkur út eftir at hann bleiv pensiónistur
25-03-2024
Tey hava sungið nærum kring alt landið, og tað er hugtakandi at hoyra og síggja kórið Sangfuglar við minnisveikum fólkum framføra kórsang. Kórið hevur verið til í seks ár
18-03-2024
Í ár varð serliga nógv gjørt burtur úr í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Tiltøk vóru alla vikuna og vit hoyra um nøkur á hesum túrinum.
11-03-2024
Fyrstu sethúsini í býlinginum á Breiðabliki í Havn vórðu reist fyri góðum 20 árum síðani. Og í dag vita tey, sum har búgva, at siga frá nógvum søgum
04-03-2024
Fyri 18. ferð hava torradagar verið í Klaksvík. Eitt tiltak, sum samlar nógv fólk í sambandi við fiskivinnu og mentan. Á hesum túri vitja vit fleiri av tiltøkunum
26-02-2024
Gamla Hospital í Havn, sum varð tikið í brúk í 1829, kemur nú til heiður og æru aftur. Í 43 ár hava Vanja Petersen og onnur arbeitt við at fáa tað til eitt savn ov fortíðina
19-02-2024
Næstseinasta vikuskifti var ein hópur av tannáringum á Mini Teen Street á Kambsdali. Í sendingini hitta vit fleiri, sum eisini plaga at vera á altjóða leguni í Týsklandi
12-02-2024
400 ára gamli studentagarðurin í Keypmannahavn, Regensen, er framvegis siðbundin studentagarður og har búgva í dag fimm føroyingar. Teir gomlu siðirnir eru framvegis á Garði
05-02-2024
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023