- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
91 ára gamli miðvingurin Leivur Nattestad arbeiddi hjá bretum í Vatnsoyrum og greiðir frá virkseminum har. Í sendingini sigur hann eisini frá syrgiligu vanlukkuni, tá trolarin Nýggjaberg ikki kom aftur. Pápi hansara og aðrir skyldmenn vóru við. Tilsamans vóru 16 mans úr Miðvági við Nýggjabergi.
Helst vóru millum 6.000 og 7.000 bretskir hermenn í Vágum undir seinna veraldarbardaga, sigur Jon S. Hansen, søgufrøðingur. Endamálið var at gera flogvøllin og í tí sambandi varð nógv annað arbeiði gjørt, m.a. vegir.
92 ára gamli Osmund Joensen í Sandavági minnist ógviliga væl tíðina tá bretarnir vóru í Sandavági. Har var sjúkrahús í gomlu Losjuni og í bygdini búleikaðust eisini nógvir hermenn, sum arbeiddu í sambandi við flogvøllin. Osmund sigur, at tað regnaði serliga illa øll krígsárini.
Maria Jacobsen á Glyvrum var smágenta tá kríggið var liðugt fyri 75 árum síðani. Tó minnist hon ymist og hon greiðir frá nógva virkseminum í heimbygdini Søldarfirði, sum var oljuhavn hjá bretska herinum.
Petur Jacob Sigvardsen var sjey ára gamal tá seinna heimskríggj brast á og hann sigur m.a. frá einari serligari nátt við Gjógv. Fólk fingu ikki svøvn í eyguni, tí alla náttina vóru hvøllar skotríðir at hoyra av Norðhavinum. Gjáarfólk vóru ikki í iva um at talan mátti vera um ein ógvisligan sjóbardaga.
90 ára gamla Solveig Steinhólm á Toftum var ofta við telefonboðum undir krígnum, tí bóndahúsið inni á Regni hevði telefonstøðina. Solveig minnist eisini at sangkórini hjá Hans Jacob Højgaard á Toftum sungu fyri bretunum í bygdini og vóru eisini á konsertferð í Havn, har tey sungu í Sjónleikarhúsinum.
95 ára gamli Jákup Mikael Mikkelsen á Toftum var til skips, tá kríggið tók seg upp í Evropa í 1939. Hann minnist eisini væl tá bretarnir komu í heimbygdina. Undir krígnum arbeiddi Jákup Mikael uppá flogvøllin í Reykjavík saman við 250 øðrum føroyingum.