Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Gásadali
18-05-2020
Gásadalur er ein av okkara sonnu perlum. Fólkatalið í bygdini er nógv minkað, samstundis sum talið á ferðafólki er ógviliga nógv vaksið í seinastuni

Henda lítla og vakra bygdin í Vágum verður fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum frá 1300-talinum. Søgnin sigur, at Gæsa kom úr Kirkjubø, har hon hevði mist jørðina, tí hon hevði etið kjøt í føstu. Eftir tað búleikaðist hon í Gásadali. Fyri nøkrum árum síðani fekk bygdin fast samband við tunnli, og tað hevur broytt nógv.

Fyrsta fólk vit møta tá vit koma til bygdina er klaksvíkingurin Heðin Olsen, sum er komin Gásadals eftir vatni til nýggju ølina hjá Føroya Bjór, ið hevur fingið navnið Múlafossur eftir kenda fossinum í Gásadali. Maltið til ølina kemur eisini úr Gásadali.

 

Gásadalsgarður er matstova, sláturhús og mangt annað. Katrin og Poul Fagraklett og børnini eiga matstovuna. Tey brúka egið tilfeingi til matin og her kunnu fólk eisini keypa sær kaffi og køku. Katrin sigur, at øll tann útlendska vitjanin í ár er avlýst orsakað av koronasmittuni, men tær flestu avtalurnar eru fluttar til næsta ár. Nú eru tað føroyingar, sum vitja her. Og í túninum í Gásadalsgarði møta vit Duritu Várlíð Heinesen, sum saman við øðrum júst hevur gingið upp um fjallið eftir gomlu bygdagøtuni. Hon letur væl at túrinum.

 

Karl Mikkelsen var seinasti postmaður, ið gekk við posti upp um fjallið. Hann sigur, at hann hevði nógvar góðar túrar, men hann minnist eisini onkran serliga ringan túr, tá hann mátti leggja seg niður í ódnarveðri og kortini fleiri ferðir varð tikin av gøtuni. Familjan hjá Karl hevði postin Í fleiri ættarlið, og Karl tók við fyrst í nítiárunum eftir mammubeiggjan Solberg Henriksen. Karl sigur, at tunnilin er tað allar besta sum er hent fyri bygdina.

 

Hjúnini Ann Dam Árnastein og Gisli Hraunfjord Jónsson og børnini hava búð í Gásadali í nøkur ár. Ættin hjá henni er úr Gásadali og hann er íslendingur. Ann er útlærd sum feldskeri og designari og hon virkar ymsar lutir úr føroyskum seyðaskinnum og føroyskari ull. Í koronatíðini hevur lítla sølubúðin í kjallaranum hjá Ann verið stongd, men nú fer hon at lata upp aftur. Gisli hevur landnámshønur. Hann sigur at hetta er tað slagið, sum upprunaliga hevur verið í Føroyum. Tær eru smáar, litríkar og tær verpa væl. Áhugin at fáa hønur frá Gisla er stórur. 

 

Tað er nokk ikki ov nógv sagt, at 77 ára gamla Petra Joensen er vorðin ímyndin av Gásadali. Petra býr einsamøll í fyrstu húsunum tá tú kemur til Gásadals. Nógv kenna hana frá sjónvarpssendingum, har hon m.a. hevur verið til neyta og hevur spælt á harmoniku. Hon greiðir frá húsunum í bygdini tá hon var ung. Petra heldur, at ansurin fyri tí gamla hevur verið alt ov lítil og úrslitið er eisini har eftir. Alt ov lítið av tí gamla er varðveitt. Nú eru nøkur ár síðani kúgvin varð dripin, men framvegis spælir Petra á harmoniku og tað hoyra vit í sendingini.

 

Heimaseyðurin hjá Pól Sigmundi Mikkelsen lembir seint. Men á Víkum, har meginparturin av hansara seyði gongur, roknar hann við at lembingin er komin væl áleiðis. Enn hevur hann kortini ikki verið har í lembingini, tí seyðurin passar seg sjálvan og tað riggar væl, sigur Pól Sigmund. Hann plagar at fara á Víkar einaferð í lembingartíðini. Og tá avtornar, plagar at vera eitt lamb fyri hvørja ær. Vanliga er seyðurin frískur og væl fyri, og um heystið er skurðurin á Víkum millum teir allar bestu í landinum. Tað er ikki óvanligt at miðalvektin fyrii lombini eru 37 pund.

 

Unga havnarkvinnan Rakul Hamrá er fyri kortum flutt til Gásadals. Hon er hálv úr Gásadali og er komin nógv higar í uppvøkstrinum, og henni hevur altíð dámt væl her. Hon skilir væl at nógv fremmand ferðafólk koma til Gásadals, tí bygdin er nakað heilt serligt fyri fólk úr stórbýum. Nógvir útlendingar koma serliga fyri at síggja Múlafoss, tí tey hava sæð mynd av honum á teimum sosialu miðlunum. Samstundis sum fossurin er vakur, er hann lættur at koma til.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Í dag er túrurin í býlinginum á Sevmýri, har nógvar søguligar uppgerðir hava verið í fótbólti, men her henda stórar broytingar júst nú. Og vit hitta fleiri fólk, ið búgva her
15-04-2024
Høvuðspersónurin á túrinum í dag er 91 ára gamli gjáarmaðurin Petur Jacob Sigvardsen, sum hevur givið fleiri og 20 bøkur út eftir at hann bleiv pensiónistur
25-03-2024
Tey hava sungið nærum kring alt landið, og tað er hugtakandi at hoyra og síggja kórið Sangfuglar við minnisveikum fólkum framføra kórsang. Kórið hevur verið til í seks ár
18-03-2024
Í ár varð serliga nógv gjørt burtur úr í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Tiltøk vóru alla vikuna og vit hoyra um nøkur á hesum túrinum.
11-03-2024
Fyrstu sethúsini í býlinginum á Breiðabliki í Havn vórðu reist fyri góðum 20 árum síðani. Og í dag vita tey, sum har búgva, at siga frá nógvum søgum
04-03-2024
Fyri 18. ferð hava torradagar verið í Klaksvík. Eitt tiltak, sum samlar nógv fólk í sambandi við fiskivinnu og mentan. Á hesum túri vitja vit fleiri av tiltøkunum
26-02-2024
Gamla Hospital í Havn, sum varð tikið í brúk í 1829, kemur nú til heiður og æru aftur. Í 43 ár hava Vanja Petersen og onnur arbeitt við at fáa tað til eitt savn ov fortíðina
19-02-2024
Næstseinasta vikuskifti var ein hópur av tannáringum á Mini Teen Street á Kambsdali. Í sendingini hitta vit fleiri, sum eisini plaga at vera á altjóða leguni í Týsklandi
12-02-2024
400 ára gamli studentagarðurin í Keypmannahavn, Regensen, er framvegis siðbundin studentagarður og har búgva í dag fimm føroyingar. Teir gomlu siðirnir eru framvegis á Garði
05-02-2024
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023