Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Runavík
08-06-2020
Runavík er millum allar yngstu bydir í landinum. Í 1938 fekk hon egið navn, so tey bæði fyrstu húskini kundu fáa grindapart

Fyrsta rundkoyring í landinum varð gjørd í Runavík. Hans Tausen Olsen var borgarstjóri tá og hann sigur, at hon hevur riggað væl, tí nógv ferðsluóhapp vóru har. Hans er abbasonur fyrsta niðursetumannin, Hans Tausen. Hann og konan Halda búsettust her í 1916, men bygdin fekk ikki navnið Runavík fyrr enn í 1938, tá tað varð samtykt á grannastevnu á Toftum. Eftir tað fingu tey bæði húskini sum tá vóru grindapart, og tað hevði stóran týdning tá í tíðini. Gamalt var, at fólk á Toftum bóru torvið oman í lítlu víkina, sum hevði navnið Runavík. Tí var navnið náttúrligt, sigur Hans.

 

Øll tey trý fyrstu húsini í Runavík komu úr bóndahúsinum á Hamri á Toftum og tey fingu trøð her inni. Thurid Olsen, fyrr Hammer, var fyrsta barn sum varð skrásett til Runavík. Tað var í 1938 og nakrar mánaðir eftir at nýggja bygdin hevði fingið navn. Í sendingini siga Thurid og beiggin Hans Hammer frá, hvussu nógv er broytt í Runavík í teirra tíð. Thurid sigur, at neyvan nakra staðni í Føroyum eru so stórar broytingar hendar. Systkini halda, at alt var hugnaligari fyrr, tá tey búðu mitt úti í náttúruni millum djórini og kundu henta ber beint við húsini.

 

Eitt av tiltøkunum hjá Bókasavninum við Løkin er at stroyma eina fyrilestrarøð á Århuus universiteti, har vísindafólk viðgera ymisk náttúruvídindalig evni. Oyvør Dam Jacobsen, leiðari fyri bókasavnið, er fegin um tiltakið. Jonna Mortensen, sum møtir fast upp til fyrilestararnar, sigur, at teir eru bæði áhugaverdir og viðkomandi fyri vanlig fólk og undirbyggja skapanina.  Nú eru eini fýra ella fimm støð í Føroyum, sum stroyma hesar fyrilestrar. Tilsamans verða teir vístir eini 180 støð, serliga í Danmark og eisini onku staðni í Grønlandi.

 

Bjarni Hansen, vanliga nevndur Bjarni Blikk, er 92 ára gamal og býr nú á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Hann er hósvíkingur og búsettist í Runavík í 1954, eftir at hann hevði lært til blikksmið í Klaksvík. Serliga tey árini øll fingu sær miðstøðarhita, var nógv virksemi í blikksmiðjuni. Seinni hevði konan Sannemi, sum var úr Saltnesi, blómuhandil og sum frá leið bleiv Bjarni eisini meira og meira upptikin av blómuhandlinum.

 

Í Æðugøtu í Runavík búgva Beinta Svensson Mohr og Jákup Øssursson Mohr saman við tvíburðunum, ið eru hálvttriðja ár. Beinta er úr Havn og Jákup úr Fuglafirði, men tey trívast væl her. Annars var tað av tilvild at tey komu higar, tí tey leitaðu eftir onkrum at búgva í tá íbúðin í Runavík var til sølu. Hon arbeiðir hálva tíð í frítíðarskúlanum í Rituvík og hálva tíð sum psykomotoriskur terapeutur og hann er politistur í Klaksvík. Tey eru fegin um at búgva á einum so barnavinarligum vegi, tí her eru nógv børn í ymsum aldrum.

 

Feðgarnir Jákup og Jafet Olsen gera føroyskar ketlar til oljufýringar. Síðani seinnapartin í áttatiárunum hevur Jákup havt fyritøkuna Hógv, sum hevur gjørt tilsamans 3.500 ketlar til oljufýringar. Sonurin Jafet er fjórða ættarlið sum rørleggjari. Hann sigur, at teir onkuntíð hava skift skipanir sum abbin ella langabbin hava gjørt og tað er týðiligt, at tað er gjørt soleiðis at tað ikki skuldi verða tikið sundur aftur. Jákup sær stórar møguleikar í nýggja Eysturoyartunnlinum, sum verður tikin í brúk um fáar mánaðir.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023