Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Skúvoy (2:2)
12-10-2020
Hóast lítið fólk nú býr í Skúgvi, er nógv at siga frá. Eitt av frásøgufólkunum er Svein Højgaard, ið viðurkennir at hann er ein orginalur

Skúvoy var jú høvdingasetur í gomlum døgum og tann kendasti úr Føroyinga søgu er Sigmundur Brestisson. Í hesum seinna partinum av túrinum í Skúvoy hoyra vit nógv meira um oynna og fólkið.

 

Í fuglaríku Skúvoy er tíbetur eingin rotta. Men Skúvoyar Kommuna hevur latið gera nakrar rottutunnlar, sum nakrar ferðir um árið verða settir út við blekkpappíri og lokkimati fyri at staðfesta, um rotta skuldi verið komin í oynna. Harry Jensen, borgarstjóri, greiðir frá hvussu tunnlarnir eru gjørdir. Og Betty Hansen, ið hevur verið á skeiði í sambandi við rottutilbúgvingina, sigur, at bygdin skal vera klár at handla um tað hendir at rottan kemur. "Skúvoyggin er Ramsarøki og tað setir serlig krøv. Kemur rotta í oynna, kann hon týna fuglalívið eftir stuttari tíð", sigur Betty Hansen.

 

Í Skúvoy eru 1500 umleið staðarnøvn og nógv av teimum hevur Petur Andreassen við í Skúvoyar søgu. Men nú fyrireikar ein arbeiðsbólkur at staðseta og avmynda øll støðini. Í bólkinum eru Ólavur á Skipagøtu, Randi Mohr og Kjartan Hentze. Ólavur Frederiksen tekur myndirnar. "Vit fara at innkalla allar skúvoyingar. Staðarnøvn hava stóran týdning, tí ein oyggj sum ikki hevur staðarnøvn at vísa á, manglar bæði sál og hjartaslátt", sigur Ólavur á Skipagøtu.

 

Harry Jensen harmast um eitt afturstig fyri oynna. Tað er at nýggju kommunulæknarnir á Sandi ikki vilja koma til Skúvoyar av og á. soleiðis sum skipanin hevur verið higartil. Hann sigur, at tað er ein fyritøka fyri eldri fólk at noyðast til Sands at taka eina  blóðroynd ella okkurt annað. Tí fara summi heldur til Havnar við tyrluni enn at fara til sín egna kommunulækna. Hann heldur at tað eigur at vera lættari hjá læknunum at koma av og á út í oynna, enn hjá eldri sjúklingum at skula inn við bátinum á vetrardegi. Harry rósar Peturi Højgaard, fyrrverandi kommunulækna, sum hevur verið sera raskur at ferðast til Skúvoyar.

 

Svein Højgaard er ein sonn bygdarmynd í Skúvoy og hann er ein av teimum, sum er fastur fúsur í handlinum hjá Meinhardi at viðgera dagsins mál. Millum fólk verður Svein mettur sum ein orginalur, og hesum vísir hann ikki aftur. Men hann heldur, at tað er torført at vera orginalur nú á døgum, tí tað er ikki tað ting tú leitar eftir, sum tú ikki kanst finna í telduni. Svein hevur lisið nógv, sum gomlu filosoffarnir hava skrivað. Hann undrast á, at einki konufólk er millum heimsins stóru filosoffar, tí konufólk eru líka klók sum mannfólk. Tann spurningin hevur hann mangan sett sær sjálvum. 

 

Higartil hava ferðafólk gingið hvar sum helst í Skúvoy. Men nú verða ávísar gongurutur gjørdar og skelti skulu setast upp fyri at verja lundan og heiðafuglin, sigur Ólavur á Skipagøtu, sum er í stýrinum fyri hagapartin Bergið. Hagapartarnir í oynni gera hetta í samráð við ramsarnevndina.  "Ferðafólkini eru framvegis vælkomin í oynna, men tey skulu ganga har vit ávísa teimum. Og tað fáa tey at vita frá kunningarstovunum og við skeltum", sigur Ólavur á Skipagøtu.

 

Meinhard Hentze sigur frá einari áhugaverdari søgu um havnarmannin Agga á Lava, sum búði í Skúvoy.

 

Hjúnini Anna og Birgir Thomsen búgva á Áldarsbakka, sum eru einastu sethús sunnanfyri stóru ánna í Skúvoy, har kirkjan eisini er. Anna arbeiðir á Ellisheiminum á Sandi og ferðast ímillum sum vaktirnar eru. Hon hevur sjáldan ligið veðurføst, sigur hon. Og Birgir hevur siglt meginparitn av lívinum, men fyri stuttum legðist hann upp á land, tí ryggurin gekk fyri. Honum hevur dámt væl sjólívið og hann hevði ikki viljað valt umaftur. Á hávetri er ógviliga friðaligt í bygdini. Birgir sigur, at hann kann hyggja leingi út gjøgnum vindeygað áðrenn hann sær nakað menniskja. Tað kunnu ganga tímar ímillum, tí nú eru tey niður í 15 fólk í bygdini.

 

Skúvoyingar eru spentir um Suðuroyartunnilin kemur upp í Skúvoy, sum hevur verið nevnt. Um so er fær hann stóran týdning fyri oynna, tí tá fara fólk altíð at búgva Skúvoy og fólk kunnu koma higar at taka sær av sínum, sigur Harry Jensen, borgarstjóri. Kemur tunnilin ikki upp her, verður helst øskukalt um eini 10 ár, tí tað eru bara eldri fólk ið búgva fast her, sigur hann 

 

Við í hesum seinna partinum eru hesi fólk: Harry Jensen, Betty Hansen, Ólavur á Skipagøtu, Svein Højgaard, Meinhard Hentze, Anna Thomsen, Birgir Thomsen og Josef Grettursson.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023