Við Tórði á túri

Við Tórði á túri við gomlum í garði
01-02-2021
Stakkur á kvøldskúlanum í Havn, hummarafiskiskapur á Árnafirði og ullarbeiði á Eiði eru evnini í dag, og eldsálirnar eru fólk í høgum aldri

92 ára gamla Jenny Samuelsen seymar stakk til ommudóttrina Jenny í Heiðunum. Tann yngra teknaði seg og ommuna til kvøldskúlan í Havn og báðar eru væl nøgdar, tí tann eldra hevur fingið eina spennandi uppgávu og tann yngra fær nýggjan stakk. Og lærarin, Tóra Tórgarð, heldur eisini at hetta er spennandi, tí sjálv hevur hon ongantíð seymað ein stakk. Annars hevur Jenny Samuelsen gjørt stakk og føroysk klæðir til nógvar dukkur, sum blivu burturlutaðar í Frelsunarherinum í Havn.

 

91 ára gamli John Høj og 88 ára gamli Eilev Joensen í Klaksvík eru systkinabørn og teir hava hesi seinnu árini fiskað hummara á Árnafirði. Hóast aldurin nú er høgur, so hava teir júst endurnýggjað hummaraloyvið og gleða seg at sleppa avstað aftur. Teir hava upp í 165 rúsur og sjálvir halda teir, at tann nógva fríska luftin hevur gjørt sítt til at teir hava orkað so væl sum sum teir hava.

 

92 ára gamla Anna Jacobina Ellingsgaard, vanliga nevnd Annebin, undirvísir í ullarbeiði í kvøldskúlanum á Eiði. Kvinnurnar virka burtur úr føroyskari ull. Ommudóttirin Durita Reinert hjálpir ommuni at undirvísa og Annebin er fegin at læra tær yngru hetta handverkið, sum hon lærdi frá ommu sínari, ið var ættað av Blankaskála. Skeiðið á Eiði er annaðhvørt vikuskiftið. Tað gevur meira enn at samlast einaferð um vikuna, siga Annebin og Durita. 

 

 

 

 

 

 

Í sendingini eru samrøður við hesi fólk: Jenny Samuelsen, Jenny í Heiðunum, Tóra Tórgarð, John Høj, Eilev Joensen, Anna Jacobina (Annebin) Ellingsgaard og Durita Reinert.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Mong halda at økið uttan um Havnará, har viðarlundin eisini er, ein sonn perla í høvuðsstaðnum. Á túrinum í dag vitja vit nøkur av teimum, sum búgva við Havnará
06-03-2023
Vìkardaman Gurið Lómfelli, sum býr í Streymnesi, hevur tríggjar ferðir verið á øllum fjøllum í Føroyum, og nú gongur hon fyri fjórðu ferð. Í dag sleppa vit túr við henni
27-02-2023
Á hvørjum ári hátíðarhalda leirvíkingar, at sólin aftur sær á bygdina hesa tíðina. Og í ár var einki undantak. Yvir 300 fólk og yvir 40 sløg av køkum vóru í bygdarhúsinum
20-02-2023
Nógv er broytt síðani tann gamli føroyski báturin var álitið. Men framvegis hevur hann stóran týdning fyri okkara samleika, halda tey vit hitta í sendingini í dag
13-02-2023
Vit halda fram í Sumba og hitta enn fleiri fólk, ið greiða frá ymiskum viðurskiftum í syðstu bygd í landinum, sum hevur sínar egnu siðir
06-02-2023
Í dag vitja vit í syðstu bygd í Føroyum, Sumba. Ein spennandi bygd, ið hevur fleiri sereyðkenni
30-01-2023
Nógv tiltøk eru á skránni í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Eirik Suni Danielsen, leiðari, sigur, at hvørja viku eru eini 300 fólk í Tilhaldinum
23-01-2023
Fyrstu trøíni í Kinnalund í Syðrugøtu vórðu gróðursett fyri níggju árum síðani og longu nú er hon ein væl vaksin viðarlund. Vit vitja hana og onnur
16-01-2023
Radioverkstaðið hjá Sævari Halldórsson í Vági er fast savningarstað hjá vágbingum og øðrum suðuroyingum. Sendingin var fyrstu ferđ í Útvarpinum í januar 2019. Hoyr hana her.
09-01-2023
Seinni partur av samrøðuni við Fríðhild Abrahamsen í Fuglafirði
29-12-2022
Í dagsins sending vitja vit á Víkum - avbyrgdu og nú eisini avtoftaðu bygdina í Vágum. Hon varð fyrru ferð send 28. september í 2015
19-12-2022
Endursending frá februar 2021. Í dag hitta vit tinglimir og onnur starvsfólk, ið eru til arbeiðis í okkara lóggevandi valdi, sum sigst vera elsta ting í heiminum
12-12-2022