- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Løgtingsformaðurin og stjórin í Løgtinginum greiða frá uppgávuni hjá okkara lóggevandi tingi, og í sendingini er eisini samrøða við ymisk løgtingsfólk og onnur starvsfólk í Tinginum.
Í sendingini eru tingfólk á einum máli um, at Løgtingið er eitt gott arbeiðspláss. Fleiri nevna, at tónin í Tinginum mangan kann virka harður, serliga millum samgongu og andstøðu. Men veruleikin er, at uttanfyri sjálvan tingsalin tosa tingfólk væl saman. M.a. inni í kantinuni, sum er hjartað á Tinghúsvegi nummar 1.
Tað, sum fer fram í løgtingssalinum, er í veruleikanum bara ein partur av virkseminum hjá Løgtinginum, tí nevndarfundir og aðrir fundir og annað virksemi taka eisini nógva tíð hjá tinglimum.
Annars eru tey, sum vit hitta í hesari sendig úr Løgtinginum, hesi: Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna, Jógvan á Lakjuni, løgtingstingformaður, Maria Bjørk, sum arbeiðir í kantinuni, Frimodt Rasmussen, tingmaður, Bill Justinussen, tingmaður, Hervør Pálsdóttir, tingkvinna, Erhard Joensen, tingmaður, Jonhard Klettheyggj, stjóri í Løgtinginum, Ruth Vang, tingkvinna, Heðin Zachariasen, tingmaður, Beinta Isaksen, tingskrivari, Henrik Old, tingmaður, Steffan Klein Poulsen, tingmaður og Sirið Stenberg, tingkvinna.
Sendingin varð send fyri fyrstu ferð tann 15. februar 2021.