Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Tjørnuvík
22-02-2021
Tjørnuvík er ein av okkara perlum, sum samstundis hevur eina ríka søgu. Tjørnuvíkingar hava varðveitt kingosangin, men har er eisini mangt annað

Í Tjørnuvík er rík søga og her hava tey varðveitt tann gamla kingosálmin. Og hóast tey verða fámentari og fámentari, so hendir nógv annað í Tjørnuvík.

 

Jens Jensen greiðir frá ymiskum viðurskiftum í Tjørnuvík. M.a. at kanningar hava víst, at helst hava fyrstu fólkini búð her longu millum ár 600 og 700. Eftir eitt stórt áarlop í 1860, sum oyðilegði stóran part av bønum, ætlaðu myndugleikarnir at flyta alt fólkið burtur úr Tjørnuvík. Men fólkið vildi ikki flyta. Undir seinna verðaldarbardaga búðu úti við 150 fólk í Tjørnuvík. Nú eru tey 44 í tali.

 

Randi við Brúgv er ein av tilflytarunum í Tjørnuvík. Hon sigur, at hon visti einki um bygdina áðrenn, men hon kendi seg vælkomna. Hon hevur arbeitt sum ljósmóðir í fleiri londum, men einki pláss er sum Tjørnuvík, sigur hon.

 

Jógvan Magnussen er formaður í Stakkinum og hann greiðir frá hesum virksemi. Hann sigur at áhugin fyri at koma við í Stakkin um heystið eftir seyðinum og tá hann verður seldur á uppboðssølu í bygdini er vaksin á hvørjum ári. Áhugin fyri skipaðu túrunum út í Stakkin er eisini sera stórur.

 

Hansina Jensen er ein av eldsálunum i bygdarhúsunum, sum hevur sentralan leiklut í bygdini. Staksdagurin er ein av teimum stóru døgunum. Og av øðrum kann nevnast, at Kingobólkurin skipar fyri mentunarkvøldum fyri útlendingum.

 

Hans Esbern Heinsen er ein bygdarmynd, sum altíð er klárur at greiða frá bygdini tá fremmand ferðafólk koma til Tjørnuvíkar. Hann gleðir seg til at koronatíðin er av og fremmandafólk aftur koma til bygdina. 

 

Evy Olsen, sum er fødd í 1983, vitjar nógv í heimbygdini. Hon fegnast um at síni børn sleppa at uppliva tað sama sum hon í uppvøkstrinum og brúka alla náttúruna. Evy sigur, at tað er ikki óhugsandi at hon einaferð í framtíðini flytir aftur til Tjørnuvíkar, tí henni dámar væl ferðavinnuna.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023