Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Strondum (1:2)
15-03-2021
Roknað verður við, at Strendur frá gamlari tíð hevur verið tvær bygdir við haga ímillum. Og fólkið varð rópt heimansmenn og uttansmenn

Millum støðini á Strondum, sum verða vitjað í sendingini, er Andersens Beding. Tey hava úr at gera og flestu kundarnir eru alibátar. Ragnhild Andersen greiðir frá arbeiðnum á sleipistøðini, og tosað verður eisini við Trygva Ludvig, Julionnu Martin og Hans Marius Høgnesen.

 

Strendur hevur eina áhugaverda søgu, sum Ragnar Danielsen greiðir frá. M.a. frá hugsanum um, hvussu gomul bygdin og býlingarnir eru. Eisini greiðir hann frá, tá eitt stríð tók seg upp og Strendur mundi farið í tvíningar. Fyri einum góðum ári síðani gav Ragnar bók út um heimbygdina. Heitið er "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu".

 

Handilskonan Sóleyg á Fríðriksmørk í Stranda Centrum greiðir frá ommusystrini Bettu á Høvdanum, sum átti og rak handilin á Høvdanum í mong Harrans ár. Hon var serliga bersøgin og nógvar søgur eru um Bettu.

 

Kára Heinesen misti annan armin sum 19 ára gomul. Kortini klárar hon alt uttan at binda. M.a. brúkar hon nógva tíð í urtagarðinum, har hon í seinastuni bæði hevur stoypt og málað. Kára sigur, at hon hevur ongantíð verið beisk um at tað hendi, og hon vil heldur slítast upp enn at rotnað upp.

 

Ungi strandingurin Ingibjørn Royðutoft heldur, at Eysturoyartunnilin er eitt stórt frambrot, sum øll fara at fáa gagn av. Men hann heldur, at prísurin at koyra gjøgnum tunnilin er ov høgur sum er. Tí koyra hann og tveir starvsfelagar saman til og frá arbeiði í Havn og teir skiftast um at koyra.

 

Sostatt eru hesi fólk við í sendingini: Ragnhild Andersen, Trygvi Ludvig, Julianna Martin, Hans Marius Høgnesen, Ragnar Danielsen, Sóleyg á Fríðriksmørk, Kára Heinesen og Ingibjørn Royðutoft

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Mong halda at økið uttan um Havnará, har viðarlundin eisini er, ein sonn perla í høvuðsstaðnum. Á túrinum í dag vitja vit nøkur av teimum, sum búgva við Havnará
06-03-2023
Vìkardaman Gurið Lómfelli, sum býr í Streymnesi, hevur tríggjar ferðir verið á øllum fjøllum í Føroyum, og nú gongur hon fyri fjórðu ferð. Í dag sleppa vit túr við henni
27-02-2023
Á hvørjum ári hátíðarhalda leirvíkingar, at sólin aftur sær á bygdina hesa tíðina. Og í ár var einki undantak. Yvir 300 fólk og yvir 40 sløg av køkum vóru í bygdarhúsinum
20-02-2023
Nógv er broytt síðani tann gamli føroyski báturin var álitið. Men framvegis hevur hann stóran týdning fyri okkara samleika, halda tey vit hitta í sendingini í dag
13-02-2023
Vit halda fram í Sumba og hitta enn fleiri fólk, ið greiða frá ymiskum viðurskiftum í syðstu bygd í landinum, sum hevur sínar egnu siðir
06-02-2023
Í dag vitja vit í syðstu bygd í Føroyum, Sumba. Ein spennandi bygd, ið hevur fleiri sereyðkenni
30-01-2023
Nógv tiltøk eru á skránni í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Eirik Suni Danielsen, leiðari, sigur, at hvørja viku eru eini 300 fólk í Tilhaldinum
23-01-2023
Fyrstu trøíni í Kinnalund í Syðrugøtu vórðu gróðursett fyri níggju árum síðani og longu nú er hon ein væl vaksin viðarlund. Vit vitja hana og onnur
16-01-2023
Radioverkstaðið hjá Sævari Halldórsson í Vági er fast savningarstað hjá vágbingum og øðrum suðuroyingum. Sendingin var fyrstu ferđ í Útvarpinum í januar 2019. Hoyr hana her.
09-01-2023
Seinni partur av samrøðuni við Fríðhild Abrahamsen í Fuglafirði
29-12-2022
Í dagsins sending vitja vit á Víkum - avbyrgdu og nú eisini avtoftaðu bygdina í Vágum. Hon varð fyrru ferð send 28. september í 2015
19-12-2022
Endursending frá februar 2021. Í dag hitta vit tinglimir og onnur starvsfólk, ið eru til arbeiðis í okkara lóggevandi valdi, sum sigst vera elsta ting í heiminum
12-12-2022