Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Hvalba (1:2)
17-05-2021
Hvalba er ein spennandi, søgulig og vøkur bygd, ið júst hevur fingið nýggjan tunnil. Bæði fólk og vinnulív í Hvalba merkja at nýggjur tunnil er komin

Á Trolvirkinum Berginum eru tey fegin um nýggja og framkomna Hvalbiartunnilin. Nú kunnu tey brúka stórar lastbilar at flyta tilfar og trol við.  Alt verður nógv lættari, sigur Jógvan Thomsen, stjóri á Trolvirkinum.

 

Anni Thomsen er bókhaldari á Trolvirkinum. Hon er ættað úr Kvívík og er sostatt ein av tilflytarunum í Hvalba. Hon sigur at tað tók sína tíð at venja seg við at vera í Suðuroy og vera bundin av Smyrli. Men nú er hon fallin væl til og stórtrívist í Hvalba. Hon er eisini sera glað fyri nýggja tunnilin.

 

Jákup Næs Joensen er fróðarmaður og hann greiðir frá ymiskum søguligum viðurskiftum í Hvalba. M.a. søgnini um, hví døglingurin kemur til Hvalbiar umleið 7. september á hvørjum ári.

 

Kaj André Holm røktar norðasta haga í Suðuroynni. Hann sigur, at kuldin í vár og í summar hevur gjørt, at eingin gróður er og tí leitar seyðurin í bakkan, har gróðurin kemur fyrst. Í ár hava teir mist einar átta seyðir í bakkanum.

 

98 ára gamla Betta Eið er elsti borgari í Hvalba og hon býr í Eldrasambýlinum í bygdini. Eisini hon er glað fyri nýggja Hvalbiartunnilin, og hon og 95 ára gamli beiggin, Allon, vóru tey fyrstu, ið alment koyrdu gjøgnum nýggja tunnilin.

 

Eir Norðberg, sum er bygdaráðslimur í Hvalbiar Kommunu, hevur skotið upp at vetrarfriða bøin í Hvalba. Fyri hana er tað ein skilagóð loysn, tí øll skulu vera her. Hon heldur ikki at tað eigur at kosta nógvar pengar at halda seyð hjá øðrum burtur frá egnum stykki. Eir sigur, at bygdin er í tvíningum tá tosað verður um at vetrarfriða, og tí er umráðandi at finna røttu loysnina.

 

Juanita Schrøter Holm og Martin Berg, sum eiga trý børn, eru júst flutt úr Havn til Hvalbiar, og nú fara tey at byggja nýggj hús her. Tey umhugsaðu at byggja í Havn, har Martin er uppvaksin, men tað bleiv alt ov dýrt. Tí fluttu tey suður í heimbygdina hjá Juanitu og tað angra tey ikki. Martin heldur, at tað er róligari her enn í Havn og familjan er farin at ganga nógv í náttúruni. Juanita sigur, at nógva ferðslan í Havn gjørdi sítt til, at tey avgjørdu at flyta suður.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum 84 í Vesturbýnum er lív í frá klokkan seks um morgunin til ellivu um kvøldið. Á hesum túrinum hitta vit bæði næmingar og lærarar
13-03-2023
Mong halda at økið uttan um Havnará, har viðarlundin eisini er, ein sonn perla í høvuðsstaðnum. Á túrinum í dag vitja vit nøkur av teimum, sum búgva við Havnará
06-03-2023
Vìkardaman Gurið Lómfelli, sum býr í Streymnesi, hevur tríggjar ferðir verið á øllum fjøllum í Føroyum, og nú gongur hon fyri fjórðu ferð. Í dag sleppa vit túr við henni
27-02-2023
Á hvørjum ári hátíðarhalda leirvíkingar, at sólin aftur sær á bygdina hesa tíðina. Og í ár var einki undantak. Yvir 300 fólk og yvir 40 sløg av køkum vóru í bygdarhúsinum
20-02-2023
Nógv er broytt síðani tann gamli føroyski báturin var álitið. Men framvegis hevur hann stóran týdning fyri okkara samleika, halda tey vit hitta í sendingini í dag
13-02-2023
Vit halda fram í Sumba og hitta enn fleiri fólk, ið greiða frá ymiskum viðurskiftum í syðstu bygd í landinum, sum hevur sínar egnu siðir
06-02-2023
Í dag vitja vit í syðstu bygd í Føroyum, Sumba. Ein spennandi bygd, ið hevur fleiri sereyðkenni
30-01-2023
Nógv tiltøk eru á skránni í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Eirik Suni Danielsen, leiðari, sigur, at hvørja viku eru eini 300 fólk í Tilhaldinum
23-01-2023
Fyrstu trøíni í Kinnalund í Syðrugøtu vórðu gróðursett fyri níggju árum síðani og longu nú er hon ein væl vaksin viðarlund. Vit vitja hana og onnur
16-01-2023
Radioverkstaðið hjá Sævari Halldórsson í Vági er fast savningarstað hjá vágbingum og øðrum suðuroyingum. Sendingin var fyrstu ferđ í Útvarpinum í januar 2019. Hoyr hana her.
09-01-2023
Seinni partur av samrøðuni við Fríðhild Abrahamsen í Fuglafirði
29-12-2022
Í dagsins sending vitja vit á Víkum - avbyrgdu og nú eisini avtoftaðu bygdina í Vágum. Hon varð fyrru ferð send 28. september í 2015
19-12-2022