Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Karlamagnusarbreyt 34 í Hoyvík
07-06-2021
Tey ungu við menningartarni, ið búgva í Búfelagsskapinum Karlamagnusarbreyt 34 í Hoyvík, eru fegin um at hava fingið sína egnu íbúð og at hava eitt arbeiði at møta upp til

Elis Mikkelsen, Maiken Olsen, Sharada Ýr Unadóttir og Dánjal Gram Høgnesen eru fegin at vísa okkum runt í íbúðini, og vit hitta eisini trý av teimum arbeiðsplássinum. Elis vaskar bilar og annað á Sjúkraflutningstænastuni, Maiken arbeiðir í køkinum í Kringvarpinum, Sharada hjálpir til at rudda og vaska á Glasir og Dánjal er í køkinum á Verkstaðnum Vón. Tey fýra eru á einum máli um, at tað er gott og gagnligt at hava egna íbúð.

 

Vit hitta eisini Marjuna Niklasdóttir og Tummas Wilhelm, tá tey um kvøldið samlast við hinum í felagshølinum at hyggja eftir Eurovision og at spæla spøl.

 

Diana Solberg Mouritsen, sum er leiðari fyri Búfelagsskapin Karlamagnusarbreyt 34, sigur, at tað riggar væl at hesi ungu fólkini hava sítt egna. Tey kunnu kortini altíð venda sær til starvsfólk tá tey hava brúk er fyri hjálp ella vegleiðing.

 

Í sendingini greiðir Doris Hansen frá, hvussu stór broytingin hevur verið hesi hálvthundrað árini síðani Javni varð sett á stovn. Doris gav út bókina "Søgan um hini", sum m.a. greiðir frá tá menningartarnaðir føroyingar vórðu sendir til Danmarkar. Og Borný Jóhansdóttir, sum er mamma Sharadu, greiðir frá hvussu glað hon er fyri framgongdina hjá dóttrini og at hon nú hevur fingið egna íbúð.

 

Hini, sum vit hoyra málið á í sendingini, eru: Gunnnar Hjelm, Jón Svein Heinesen, Ragnar A. Jacobsen og Elin Dagbjartsdóttir

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum 84 í Vesturbýnum er lív í frá klokkan seks um morgunin til ellivu um kvøldið. Á hesum túrinum hitta vit bæði næmingar og lærarar
13-03-2023
Mong halda at økið uttan um Havnará, har viðarlundin eisini er, ein sonn perla í høvuðsstaðnum. Á túrinum í dag vitja vit nøkur av teimum, sum búgva við Havnará
06-03-2023
Vìkardaman Gurið Lómfelli, sum býr í Streymnesi, hevur tríggjar ferðir verið á øllum fjøllum í Føroyum, og nú gongur hon fyri fjórðu ferð. Í dag sleppa vit túr við henni
27-02-2023
Á hvørjum ári hátíðarhalda leirvíkingar, at sólin aftur sær á bygdina hesa tíðina. Og í ár var einki undantak. Yvir 300 fólk og yvir 40 sløg av køkum vóru í bygdarhúsinum
20-02-2023
Nógv er broytt síðani tann gamli føroyski báturin var álitið. Men framvegis hevur hann stóran týdning fyri okkara samleika, halda tey vit hitta í sendingini í dag
13-02-2023
Vit halda fram í Sumba og hitta enn fleiri fólk, ið greiða frá ymiskum viðurskiftum í syðstu bygd í landinum, sum hevur sínar egnu siðir
06-02-2023
Í dag vitja vit í syðstu bygd í Føroyum, Sumba. Ein spennandi bygd, ið hevur fleiri sereyðkenni
30-01-2023
Nógv tiltøk eru á skránni í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Eirik Suni Danielsen, leiðari, sigur, at hvørja viku eru eini 300 fólk í Tilhaldinum
23-01-2023
Fyrstu trøíni í Kinnalund í Syðrugøtu vórðu gróðursett fyri níggju árum síðani og longu nú er hon ein væl vaksin viðarlund. Vit vitja hana og onnur
16-01-2023
Radioverkstaðið hjá Sævari Halldórsson í Vági er fast savningarstað hjá vágbingum og øðrum suðuroyingum. Sendingin var fyrstu ferđ í Útvarpinum í januar 2019. Hoyr hana her.
09-01-2023
Seinni partur av samrøðuni við Fríðhild Abrahamsen í Fuglafirði
29-12-2022
Í dagsins sending vitja vit á Víkum - avbyrgdu og nú eisini avtoftaðu bygdina í Vágum. Hon varð fyrru ferð send 28. september í 2015
19-12-2022