Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Botni
14-06-2021
Fyri 100 árum síðani tóku hugsjónarmenn í Vági stig til fyrsta elektrisitetsverkið í Føroyum, eitt vantorkuverk, í vakra plássinum í Botni

Birgit Augustinussen og Hanna Rygshamar í Vági hava báðar traðkað barnaskógvar í Botni, sum er eitt av mongum vøkrum plássum í Suðuroynni, og í sendingini siga tær frá nógvum barnaminnum í Botni. Tær hava bara góð minnir og tær keddu seg ongantíð, hóast her var sera avskorið. Eingin vegur og brimpláss.

 

Vágbingurin Poul Andreasen skrivaði ein bókling, tá elektrisitetsverkið í Botni fylti 75 ár. Og nú verkið fyllir hundrað í juli, kemur ein rúgvusmiklari bók hjá honum út um evnið. Í sendingini greiðir Poul m.a. frá, hví vágbingar fóru at gera elektrisitetsverk í Botni fyri hundrað árum síðani.

 

Eyðun Johansen og Anton Petersen vóru millum arbeiðsmenninar, tá SEV gjørdi ein vatntunnil millum Vatnsnes í Hovi til Botn, og teir siga frá ymiskum hendingum. M.a. tá ógvisligur jarðskjálvti var í Vági beint eftir at tunnilin var gjørdur. Og Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV, greiðir frá tá pápi sín, sum eisini arbeiddi í tunnlinum, fekk boðini um at Heri sjálvur varð komin í verðina.

 

Eirikur Norðberg, elverkfrøðingur hjá SEV, greiðir frá verkinum í Botni og frá savninum, sum er sett upp her í sambandi við hundrað ára haldið. 

 

Tá verkið í Botni varð tikið í nýtslu fyri hundrað árum síðani var ljósfest í Vági. Tað verður aftur ljósfest nú verkið fyllir hundrað ár, og hesum tiltaki greiðir Magnus Pauli West, leiðari fyri Visit Suðuroy, frá í sendingini.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum 84 í Vesturbýnum er lív í frá klokkan seks um morgunin til ellivu um kvøldið. Á hesum túrinum hitta vit bæði næmingar og lærarar
13-03-2023
Mong halda at økið uttan um Havnará, har viðarlundin eisini er, ein sonn perla í høvuðsstaðnum. Á túrinum í dag vitja vit nøkur av teimum, sum búgva við Havnará
06-03-2023
Vìkardaman Gurið Lómfelli, sum býr í Streymnesi, hevur tríggjar ferðir verið á øllum fjøllum í Føroyum, og nú gongur hon fyri fjórðu ferð. Í dag sleppa vit túr við henni
27-02-2023
Á hvørjum ári hátíðarhalda leirvíkingar, at sólin aftur sær á bygdina hesa tíðina. Og í ár var einki undantak. Yvir 300 fólk og yvir 40 sløg av køkum vóru í bygdarhúsinum
20-02-2023
Nógv er broytt síðani tann gamli føroyski báturin var álitið. Men framvegis hevur hann stóran týdning fyri okkara samleika, halda tey vit hitta í sendingini í dag
13-02-2023
Vit halda fram í Sumba og hitta enn fleiri fólk, ið greiða frá ymiskum viðurskiftum í syðstu bygd í landinum, sum hevur sínar egnu siðir
06-02-2023
Í dag vitja vit í syðstu bygd í Føroyum, Sumba. Ein spennandi bygd, ið hevur fleiri sereyðkenni
30-01-2023
Nógv tiltøk eru á skránni í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Eirik Suni Danielsen, leiðari, sigur, at hvørja viku eru eini 300 fólk í Tilhaldinum
23-01-2023
Fyrstu trøíni í Kinnalund í Syðrugøtu vórðu gróðursett fyri níggju árum síðani og longu nú er hon ein væl vaksin viðarlund. Vit vitja hana og onnur
16-01-2023
Radioverkstaðið hjá Sævari Halldórsson í Vági er fast savningarstað hjá vágbingum og øðrum suðuroyingum. Sendingin var fyrstu ferđ í Útvarpinum í januar 2019. Hoyr hana her.
09-01-2023
Seinni partur av samrøðuni við Fríðhild Abrahamsen í Fuglafirði
29-12-2022
Í dagsins sending vitja vit á Víkum - avbyrgdu og nú eisini avtoftaðu bygdina í Vágum. Hon varð fyrru ferð send 28. september í 2015
19-12-2022