- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Teir eru tíðindafróir á ískaiini. Arngrím Siverten og Ellintur Danielsen hava egningarskúr saman og teir eru útróðrarmenn burturav. Teir eru báðir tíðindafróðir og dagliga koma menn inn á gólvið, so skúrurin virkar esini sum ein kaffistova.
Jógvan Páll Hammer tekur gággurúsur upp og hann greiðir frá. Hann er millum teir átta, sum hava tikið seg saman um ein skúr á Ískaiini. Sámal Lindenskov og Marnar Gaard eru eisini í felagnsskúrinum.
17 ára gamli Jóannes Viderø er yngsti maður á Ískaiini og hann er sera hugagóður. Nú ætla hann og pápin, Ólavur Johannesen, at keypa størri bát. Dreymurin hjá Jóannesi er at blíva skipari á nótaskipi.
Vit hitta eisini nólsoyingarnar Eyðbjørn Danielsen og Ulleba Jacobsen úr Nólsoy og Sakaris Bech úr Havn, sum leggja veiðuna um til Barðið á vestaru bryggju í Havn.
Jógvan Trondesen Andreasen, formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag, greiðir eisini frá.
Hesir eru við í sendingini: Arngrím Sivertsen, Ellintur Danielsen, Sámal Lindenskov, Jógvan Páll Hammer, Jógvan Trondesen Andreasen, Eyðjørn Danielsen, Ullaba Jacobsen, Marnar Gaard, Sakaris Bech, Ólavur Johannesen, Jóannes Viderø