Við Tórði á túri

Við Tórði á túri um staðarnøvn
17-01-2022
Áhugin fyri staðarnøvnum er vaksin aftur. Bók er júst komin út við staðarnøvnum í Mykinesi, og við Gjógv er serliga nógv gjørt burtur úr staðarnøvnum bæði innan- og uttangarðs

Vit eru við tá mykinesmaðurin Steingrim Abrahamsen leggur bókina "Staðarnøvn í Mykinesi" fram í dansistovuni í heimbygdini, og har er fullsett. Høvundurin greiðir frá sínum drúgva arbeiði við bókini, sum er 200 blaðsíður við staðarnøvnum, frágreiðingum og myndum. Hann sigur, at staðarnøvnini koma út í evstu løtu, tí nú búgva 130 fólk færri í Mykinesi enn fyri hundrað árum síðani. 

 

Eddie Lauritsen, bóndi í Handanástovuni, sigur, at mykinesfólk lærdu seint at lesa, og tað er orsøkin til at so lítið er skrivað um søguna í Mykinesi. Eddie er eitt av heimildarfólkunum í bókini um staðarnøvnini, og hann heldur at tað hevur stóran týdning at bókin er komin út.

 

Mikkjal Davidsen er eisini við til bókaframløguna og hann hevur eisini verið heimildarmaður, serliga í sambandi við tey mongu torvhúsini í Mykinesi. Mikkjal hevur sjálvur umvælt eitt torvhús fyri at vísa fólki hvussu tey sóu út.

 

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen rekur ferðavinnuvirksemi í Mykinesi, og hon er spent at fara at lesa bókina um staðarnøvn í oynni og søgurnar. Spennandi søgur hava stóran áhuga í ferðavinnuni, sigur Oda.

 

Eivind Weye, fyrrverandi lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur arbeitt nógv við staðarnøvnum á Setrinum. Hann sigur, at áhugin fyri staðarnøvnum er nógv vaksin aftur, sjálvt um fólk ikki hava brúk fyri teimum á sama hátt sum fyrr. -Vit hava altíð sagt, at tað man vera eitt staðarnavn fyri hvørt fólkið í Føroyum. Men hetta passar nokk ikki longur, tí fólkatalið er nógv vaksið og staðarnøvnini eru helst fækkað í tali, sigur hann..

 

Fyritøkan Munin í Havn hevur gjørt eina talgilda kortaskipan til staðarnøvn, sum serliga kommunur hava fingið stóra gleði av. Mads Helgi Poulsen, sum arbeiðir nógv við kortaskipanini, sigur, at dagliga venda fólk sær til kommunur í sambandi við staðarnøvn, sum tey sjálvi hava skrásett.

 

Gjáarmaðurin Asfinn Sigvardsen hevur skrásett øll staðarnøvn í heimbygdini, bæði uttangarðs og innangarðs, og tilsamans eru tey úti við 3.000 nøvn. Gjógv er einasta bygd í landinum, har øll jørðin er ogn, og tí eru serliga nógv staðarnøvn her. Bara í Stórá, sum rennur mitt oman gjøgnum bygdina, eru millum 40 og 50 nøvn. Sunda Kommuna hevur gjørt serliga nógv burtur úr at fáa øll staðarnøvn í kommununi staðsett, og Asfinn Sigvardsen heldur, at staðarnøvn ríka nógv okkara náttúru.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023