- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Tey, sum tosað verður við í hesum fyrra partinum av túrinum í Svínoy, eru: Jógvan Páll Poulsen, Poul Sivar Olsen, Oddbjørg Jacobsen, Heri Joensen, Óli á Geilini, Eyðun Jacobsen, Hanna Jacobsen og Regin Gaard Joensen.
72 ára gamla Oddbjørg Jacobsen, sum býr mitt í Svínoy, skýggjar korona. Vit fáa prát við hana á trappusteininum í frástøðu. Oddbjørg sigur, at í sínari tíð er so ómetaliga nógv broytt í heimbygdini. Allir grannarnir eru burtur og eingin kemur aftur, sigur Oddbjørg. - Hetta er ein summarhúsbygd, og tí eri eg glað fyri tey, sum hava keypt jørð í Svínoy og koma nógv út higar, sigur hon.
Heri Joensen, sum er prestur í Havn, er javnan úti í heimbygdini Svínoy, og her dámar honum sera væl. Hann og systirin fletta einar hálvthundrað seyðir, og tað krevur at tey skiftast um at koma út tá kjansur er. -Lívið úti á bygd gekk út uppá sparsemi, tí annars hevði tað ikki borið til at búð her. Eitt nú var skerpikjøt altíð á borðinum, morgun og kvøld, men fólk ótu við kulturi. Eitt tjógv strekti langt, sigur Heri Joensen, sum trívist væl í sínum egna selskapi nakrar dagar ella eina viku. Hann sigur, at fólkatalið í Svínoy fór av álvara at minka tá el og hentleikarnir komu.
Tann søgufróði Óli á Geilini sigur, at Svínoyarbygd er ið hvussu so er líka gomul sum Føroyingasøga og helst eldri enn tað. Kendi persónurin í Svínoy í Føroyingasøgu er Svínoyar-Bjarni. Óli vísir okkum staðið, har líkið av einum reyðskeggjutum manni varð funnið undir einum hálvdum báti, tá grivið varð út fyri hoyggjhúsi seinast í 1800-talinum. Teoriin hjá Óla er, at tað hevur verið pápi Svínoyar-Bjarna, sum hevur ligið grivin har. Bjarni hevur borið hann út í heyg eftir fornum siði. So eftir tí teoriini hevur tað helst verið ein fyrrverandi høvdingur.
Hjúnini Hanna og Eyðun Jacobsen eru bæði ættað úr Svínoy. Tey hava altíð trivist væl í heimbygdini og tað gera tey framvegis. Eyðun er staðbundni maðurin hjá Klaksvíkar Kommunu og arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar. M.a. gravar hann kava og saltar vegirnar tá tað er neyðugt. Vegastrekkið í Svínoy er umleið 11 kilometrar til longdar. Hanna og Eyðun hava havt Posthúsið í Svínoy í mong ár og tað hava tey enn. Hanna sigur, at sjálvt um tað er myrkt og lítið fólk á hávetri, ávirkar tað hana ikki nakað serligt. Men henni dámar kortini væl summarið og ta ljósu tíðina, tá nógv fólk er í bygdini.
Heri Joensen greiðir frá lítlu og hugnaligu dansistovuni, sum varð bygd í 1906. Hon hevur havt stóran týdning at hildið lív í føroyska dansinum í bygdini. Áðrenn dansistovan varð bygd, dansaðu tey í roykstovum í bygdini. Líknandi dansistovur vóru í nógvum bygdum kring landið. Tær allar flestu eru broyttar ella tiknar niður, men dansistovan í Svínoy er tann sama.
Poul Sivar Olsen sigur frá einum túri, hann og tveir aðrir unglingar úr Svínoy gjørdu inn í Hvannasund eina vakra summarnátt. Í fyllskapi tóku teir ein vatndrignan flaka, sum fleiri ár frammanundan hevði verið brúktur til arbeiði á Eiðinum, og síðani funnu teir sær nøkur rotin træpetti til árar. -Tað var eitt Guðs undur at vit komu fram, sigur Poul Sivar, sum ikki er stoltur av hesum túrinum, ið hann higartil ikki hevur viljað tosað um alment. Síðani hevur Poul Sivar verið skipari á Rituni og Másanum, sum hava røkt siglingina til Fugloyar og Svínoyar, og hann veit, at alt arbeiddi við hjá teimum hesa minniligu náttina, bæði veður og streymur. Annars høvdu teir endað langt til havs og ikki komið afturíaftur.
Regin Gaard, sum er hálvur svínoyingur og býr í Hoyvík, er úti við hoyggi, ið hann hevur keypt frá Landshandlinum. Regin er sjómaður og hann sigur, at stundir eru ikki til at vera í Svínoy langa tíð um summarið og bíða eftir terra. Tí er tað ein góð og bílig loysn at keypa hoyggj úr Íslandi.