Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Svínoy (1:2)
24-01-2022
Svínoy man vera millum elstu bygdir í landinum. Í 900-talinum var Svínoyar-Bjarni bóndi her, og er við í Føroyingasøgu. Fólkatalið í Svínoy er nógv minkað seinastu árini

Tey, sum tosað verður við í hesum fyrra partinum av túrinum í Svínoy, eru: Jógvan Páll Poulsen, Poul Sivar Olsen, Oddbjørg Jacobsen, Heri Joensen, Óli á Geilini, Eyðun Jacobsen, Hanna Jacobsen og Regin Gaard Joensen.

 

72 ára gamla Oddbjørg Jacobsen, sum býr mitt í Svínoy, skýggjar korona. Vit fáa prát við hana á trappusteininum í frástøðu. Oddbjørg sigur, at í sínari tíð er so ómetaliga nógv broytt í heimbygdini. Allir grannarnir eru burtur og eingin kemur aftur, sigur Oddbjørg. - Hetta er ein summarhúsbygd, og tí eri eg glað fyri tey, sum hava keypt jørð í Svínoy og koma nógv út higar, sigur hon.

 

Heri Joensen, sum er prestur í Havn, er javnan úti í heimbygdini Svínoy, og her dámar honum sera væl. Hann og systirin fletta einar hálvthundrað seyðir, og tað krevur at tey skiftast um at koma út tá kjansur er. -Lívið úti á bygd gekk út uppá sparsemi, tí annars hevði tað ikki borið til at búð her. Eitt nú var skerpikjøt altíð á borðinum, morgun og kvøld, men fólk ótu við kulturi. Eitt tjógv strekti langt, sigur Heri Joensen, sum trívist væl í sínum egna selskapi nakrar dagar ella eina viku. Hann sigur, at fólkatalið í Svínoy fór av álvara at minka tá el og hentleikarnir komu.

 

Tann søgufróði Óli á Geilini sigur, at Svínoyarbygd er ið hvussu so er líka gomul sum Føroyingasøga og helst eldri enn tað. Kendi persónurin í Svínoy í Føroyingasøgu er Svínoyar-Bjarni. Óli vísir okkum staðið, har líkið av einum reyðskeggjutum manni varð funnið undir einum hálvdum báti, tá grivið varð út fyri hoyggjhúsi seinast í 1800-talinum. Teoriin hjá Óla er, at tað hevur verið pápi Svínoyar-Bjarna, sum hevur ligið grivin har. Bjarni hevur borið hann út í heyg eftir fornum siði. So eftir tí teoriini hevur tað helst verið ein fyrrverandi høvdingur.

 

Hjúnini Hanna og Eyðun Jacobsen eru bæði ættað úr Svínoy. Tey hava altíð trivist væl í heimbygdini og tað gera tey framvegis. Eyðun er staðbundni maðurin hjá Klaksvíkar Kommunu og arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar. M.a. gravar hann kava og saltar vegirnar tá tað er neyðugt. Vegastrekkið í Svínoy er umleið 11 kilometrar til longdar. Hanna og Eyðun hava havt Posthúsið í Svínoy í mong ár og tað hava tey enn. Hanna sigur, at sjálvt um tað er myrkt og lítið fólk á hávetri, ávirkar tað hana ikki nakað serligt. Men henni dámar kortini væl summarið og ta ljósu tíðina, tá nógv fólk er í bygdini.

 

Heri Joensen greiðir frá lítlu og hugnaligu dansistovuni, sum varð bygd í 1906. Hon hevur havt stóran týdning at hildið lív í føroyska dansinum í bygdini. Áðrenn dansistovan varð bygd, dansaðu tey í roykstovum í bygdini. Líknandi dansistovur vóru í nógvum bygdum kring landið. Tær allar flestu eru broyttar ella tiknar niður, men dansistovan í Svínoy er tann sama.

 

Poul Sivar Olsen sigur frá einum túri, hann og tveir aðrir unglingar úr Svínoy gjørdu inn í Hvannasund eina vakra summarnátt. Í fyllskapi tóku teir ein vatndrignan flaka, sum fleiri ár frammanundan hevði verið brúktur til arbeiði á Eiðinum, og síðani funnu teir sær nøkur rotin træpetti til árar. -Tað var eitt Guðs undur at vit komu fram, sigur Poul Sivar, sum ikki er stoltur av hesum túrinum, ið hann higartil ikki hevur viljað tosað um alment. Síðani hevur Poul Sivar verið skipari á Rituni og Másanum, sum hava røkt siglingina til Fugloyar og Svínoyar, og hann veit, at alt arbeiddi við hjá teimum hesa minniligu náttina, bæði veður og streymur. Annars høvdu teir endað langt til havs og ikki komið afturíaftur.

 

Regin Gaard, sum er hálvur svínoyingur og býr í Hoyvík, er úti við hoyggi, ið hann hevur keypt frá Landshandlinum. Regin er sjómaður og hann sigur, at stundir eru ikki til at vera í Svínoy langa tíð um summarið og bíða eftir terra. Tí er tað ein góð og bílig loysn at keypa hoyggj úr Íslandi.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023