Við Tórði á túri

Víð Tórði á túri í Svínoy (2:2)
07-02-2022
Hóast lítið fólk býr fast í Svínoy, so er bygdin í hesum døgum merkt av virkinum, sum alir rognkelsi at basa laksalúsini og bátasavninum, sum nú skal byggjast

Fyrsta menniskja sum útvarpsverturin møtir í morgun er Honna Jacobsen, sum hevur verið gongutúr runt í Svínoy. Tað er hon nærum hvønn morgun.

 

Á Svínoyar Rognkelsistøð tekur Sjúrður Jacobsen, stigtakari og stjóri, ímóti. Og hann greiðir frá, hvussu drúgt tað hevur verið at koma í gongd við at ala rognkelsi í Svínoy, tí tey bíðaðu so leingi eftir neyðugu loyvunum frá myndugleikunum. Hevði hann vitað hvussu strævið tað bleiv at sleppa í gongd, hevði hann ikki verið farin í holt við hetta. Men nú er verulig gongd komin á og í dag skulu tey avskipa 12.000 fiskar til alistøð í Haraldssundi. Petur Skeel Dahl úr Hoyvík, sum hevur siglt nógv ár sum maskinmeistari, arbeiðir nú á virkinum í Svínoy. Hann sigur, at hetta var so mikið spennadi, at hann kundi ikki siga nei. Petur Asano er ein ungur maður, sum arbeiðir á virkinum.

 

Heri Joensen, prestur, minnist hvussu kalt tað plagdi at vera í kirkjuni í barnaárunum. Tá fólk sungu, stóð andin frá teimum langt upp í loft í kalda kirkjurúminum, sigur Heri. Svínoyar kirkja er stór eftir fólkatalinum, men her gingu nógv fólk í kirkju. Viðareiðis kirkja, sum er bygd nakað seinni, er helst bygd eftir somu tekningum sum Svínoyar kirkja.

 

Eyðun Jacobsen hevur minkað um áseyðatalið í haganum, og miðalvektin er nógv hækkað. Enn er bara ein partur av seyðinum heima, men í lembingini hevur Eyðun allan seyðin heima. Hann hevur haga báðumegin bygdina. Ognin er vestanfyri og eystanfyri bygdina er kongsið.

 

Óli á Geilini hevur stóran áhuga fyri søguni í Svínoy og dugur væl at greiða frá søguligum viðurskiftum. Hann gleðir seg til bátasavnið, sum nú skal byggjast í bygdini. Hann heldur, at tað er umráðandi at teir væl smíðaðu bátarnir í Svínoy koma til sín rætt, og at fólk sleppa at uppliva hetta handverkið, ið er við at fara í søguna.

 

Fyrsta dagin verður farið undir arbeiðið at stoypa ætlaða bátasavnið í Svínoy. Malla Djurhuus, sum er kassameistari í felagnum Bjarnafossi, sigur, at tað hevur tikið langa tíð, men nú er klárt at fara í gongd. Hon fegnast um, at tann gamli føroyski báturin nú er komin á listan hjá UNESCO yvir siðaarv hjá mannaættini. -Hetta eigur at gera, at tað verður lættari hjá okkum at fáa bátasavnið liðugt. Savnið fer á ein serligan hátt at vísa hetta gamla føroyska handverkið, sigur Malla.

 

Í Svínoy eru einir 11 kilometrar av vegi tilsamans, og Poul Sivar Olsen veit einki betri enn at koyra ein túr niðan á Fugloyarháls og eystur um. Hann bjóðar okkum biltúr eystur um og greiðir frá torvskurði. Tað vóru ikki bara svinoyingar, sum skóru torv her. Fugloyingar komu eisini yvir um fjørðin at skera og røkta torv, tí nærum eingin mógvur er í Fugloy. Børnini í Svínoy fóru á hvørjum ári eftir jólatorvi við lummalykt i myrkri, og hesum hevur Poul Sivar góð minnir frá.

 

Petur Danielsen hevur endurreist fleiri av gomlu torvhúsinum úr gróti, og fólk eru á einum máli um, at tey eru sonn prýði í haganum. Petur sigur, at hetta hevur bara verið eitt ítriv og hann ætlar sær at endurreisa nøkur afturat.

 

Óli á Geilini greiðir frá skotaskipinum "Rachel", sum fór á land í ódnarveðri á víkini í Svínoy í november 1786. 22 mans vóru við og bara tríggir vórðu bjargaðir á lívi. 17 lík róku inn í Skotavíkina og vórðu jarðað í bønum í Svínoy. Í 2011 varð minnissteinur reistur, og steinurin er akkersteinur frá skipinum. Skotaskipið var annars úr Orknoyggjum. Teir høvdu verið og sligið kóp og í ódnarveðri róku teir til Føroya.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023