- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Serliga eru tað dansifeløgini kring landið sum hava klárað at hildi lív í føroyska dansinum. Hesum gamla dansinum í Evropa, sum nú bara livir í Føroyum. Í dag eru allir føroyingar samdir um, sum bara livir í Føroy mentanararvur, sum feløg krinbg landið gera sítt til at halda lív í.
Í dag tikist tað sum tey allar flestu føroyingar eru á einum máli um, at tað hevur stóran týdning at halda lív í dansinum, sum er grundleggjandi partur av okkara mentan. Og nakað av tí elsta í okkara mentan.
Á túrinum verður vitjað Ung í dansi, sum eru á stevnu í Mikladali, Klaksvíkar Dansifelag og Stígum fast í Dali.
Hesi eru við í sendingini: Jón Rói Jónsson, Maria Rasmussen, Elma Næs Mortansdóttir, Elisabeth Hermansdóttir Jacobsen, Elin Boetius Nysted, Jónleif Johannesen, Bjarta Joensen, Snæbjørg Gustavsdóttir, Annika Egholm, Silja Michalsen, Jóanes Johannesen, Vilhelmina Larsen og Anfinn Johannesen