Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Ovaravegi á Toftum
28-02-2022
Í dag vitjar forvitna mikrofonin á Regnavegnum, sum gamli Ovari vegur á Toftum nú eitur. Tey, sum vit hitta har, greiða frá nógvum áhugaverdum upplivingum og hendingum

Hjúnini Ethel og Jákup Hansen á Regnavegi 8 hava hildið saman síðani í sekstiárunum. Ethel vaks upp í Onglandi og sum ung kom hon til Føroya at vitja ommuna og abban og familjuna, og hon fór ongantíð avstað aftur. Ethel situr nógv og arbeiðir í rúmliga seymirúminum, og Jákup, sum mong ár var skipari, fylgir framvegis væl við fiskiskapi og skipaferðslu. Hann er dagliga í Undirhúsinum á Toftakai og bæði eru tey virkin, tá tey eldru samlast í missiónshúsinum.

 

87 ára gamla Torborg Hansen á Regnavegi 14 ger døgurða hvønn dag, og dagliga savnast synirnir til døgurða hjá mammuni. Í dag sita fimm synir við borðið og eta, og teir eru væl nøgdir við mantin hjá mammuni. Teir eru Jens Kristian, Petur Hans, Høgni, Heri og Øssur. Elsti beiggin, Asbjørn, er í Barentshavinum. Bæði móðir og synir siga, at døgurðatímin í barnaheiminum er hæddarpunktið á degnum.

 

Havnardaman Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni trívist væl á Regnavegi, og henni dámar væl at fara til handils og at fólk hava tíð at tosa saman. Hon sigur, at hon hevur bundið serliga nógv í seinastuni, tí koronastíðin í húsinum hevur verið drúgv. Armgarð hevur framvegis heitið sum Føroya sterkasta kvinna, hóast tað eru nøkur ár síðani kappingin var.

 

Thurid Olsen brúkar nógva tíð at spæla Candy Crush á Ipaddinum. -Tú verður púra bitin av tí um tú byrjar, sigur hon. Thurid og systirin Helga Gleðisheygg hava mangan undirhildið við mótasýningum og ymsum smáum skemtileikum, m.a. á Bátafestivalinum á Toftum. -Okkum dáma so sera væl at spæla komediu, sigur Thurid, sum hugnar í køkinum saman við manninum Óla, tá útvarpsverturin brádliga kemur inn. 

 

Fyrrverandi løgtingsmaðurin Jógvan Ingvard Olsen, sum er 91 ára gamal, sigur, at tað virkna lívið er av. Hann er nógv upptikin av teimum andaligu virðunum. Jógvan Ingvard Olsen sigur, at eingin hevði droymt um at broytingarnar í samfelagnum skuldu verða so stórar sum tær hava verið. Størstu einstaku broytingina heldur hann vera tá SEV kom.  

 

Annars eru tey, sum tosað verður við í sendingini, hesi: Ethel Hansen, Jákup Hansen, Armgarð Arnbjarnardóttir á Regni, Torborg Hansen, Jens Christian Hansen, Petur Hans Hansen, Høgni Hansen, Heri Hansen, Øssur Hansen, Jógvan Ingvard Olsen, Thurid Olsen og Óli Olsen

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023