Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Hvítanesi á Tvøroyri
14-03-2022
Býlingurin á Hvítanesi á Tvøroyri hevur einki við bygdina Hvítanes at gera. Býlingurin hevur sína egnu søgu við gomlum arbeiðsplássi

Finnbogi Danielsen, kendur heilsølumaður á Tvøroyri, byrjaði hjá Poul Hansen heilsølu á Hvítanesi sum 17 ára gamal. Hóast deildin á Tvøroyri lat aftur beint eftir aldarskiftið, arbeiðir hann framvegis hjá fyritøkuni, og hann hevur nú fingið heiðursmerki, "Den kongelige belønningsmedajle", frá Margrethu drotning fyri trúgva tænastu í samfull 50 ár. Hann er boðin at hitta drotningina í apríl og tað ætlar hann sær. Finnbogi sigur, at handilslívið er ómetaliga nógv broytt hesi hálvthundrað árini. Frá nógvum smáum til nakrar fáar stórar handlar.

 

Jack Petersen býr í barnaheiminum á Hvítanesi á Tvøroyri, og hann er arbeiðsmaður hjá Tvøroyrar Kommunu. Hann heldur lítið um at alt skal avgreiðast í teldu nú á døgum. Sjálvur hevur hann onga teldu og hann hevur eina fartelefon, ið bara kann ringja og senda SMS-boð. Hann hevur tó visakort, og tá hann skal gjalda okkurt, tekur hann pengarnar út. Og fyri nøkrum døgum síðani giftist Jack við Valindu Manikat úr Tailandi, sum hevur arbeitt á flakavirkinum í Hvalba í trý ár. Hon hevur búð beint niðanfyri hjá Jack.

 

Gudrid Nolsøe, fysioterapeutur, læt í august í 2020 upp viðgerðarstovu í húsunum, sum hon og maðurin Bárður hava keypt á Hvítanesi á Tvøroyri. Gudrid Nolsøe sigur, at nógv fólk slíta í tí og vit eru ikki nóg røsk at røkja kroppin. Tí er hon fegin at hjálpa fólki við spenningum og skaðum.

 

Turið Vestergaard í Dali er glað fyri tað sermerkta barnaheimið uppi á høga bakkanum á Hvítanesi, sum dóttirin Marin í Dali og Uni Debes nú eiga. Marin er fjórða ættarlið í húsunum. Turið hevur nógv góð minnir her. Í hennara barnaárum vóru nógv børn á Hvítanesi og tey hildu væl saman. M.a. sluppu tey upp í part bæði niðri á heilsøluni og tá nógv sild kom upp á land á Hvítanesi.

 

Mortan Petersen hevur havt nógvar upplivingar og veit nógvar søgur frá træbryggjuni á Hvítanesi. Serliga minnist hann dagarnar tá skipið hjá Føroya Bjór kom við sodavatni og øli. Tá sluppu óvitarnir umborð og teir sluppu at drekka so nógv sodavant sum teir orkaðu. Og dreingirnir á Hvítanesi høvdu ein føroyskan træbát, sum teir sjálvir høvdu lagt dekk í og sigldu við á fjørðinum. Í óveðri sleit hann og rak til havs.

 

Umstøðurnar hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hava verið ógviliga trongar, og tí hevur felagið júst planerað og stoypt sokkulin til stórt neyst á Hvítanesi. Uni Jacobsen, formaður í FSF, sigur, at tað verður samstundis ein sjódepil, har pláss verður fyri alskyns virksemi á fjørðinum. Felagið hevur fingið 3,8 milliónir krónur frá danska LOA-grunninum, Lokale & Anlægsfond, og harafturat er Tvøroyrar Kommuna eisini við í verkætlanini, sum tilsamans kostar 10 milliónir krónur.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023