Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Skarði
21-03-2022
Bygdin Skarð, sum varð avtoftað fyri meira enn hundrað árum síðani, hevur serstaka søgu. Allir vaksnir menn í bygdini fórust við Skarðsbátinum og tað hevur merkt fólkið nógv

Skarð er ein avtoftað bygd í Kunoy, norðalaga á eystursíðuni, við óvanliga stórfingnari náttúru og samstundis ein bygd, ið hevur havt eina tunga lagnu.

 

Í 1919 fluttu tey seinastu fólkini av Skarði og tað hevur verið øskukalt síðani. Tað var eftir at Skarðsbáturin tollaksmessudag í 1913 gekk burtur við øllum vaksnum monnum í bygdini. Hundrað ár aftaná, í 2013, reistu eftirkomararnir á Skarði ein prýðiligan minnisvarða yvir teir sjólætnu. Hann stendur beint norðanfyri húsatoftirnar, sum framvegis standa uppi og eru eitt sjónligt prógv um syrgiligu lagnuna hjá hesari lítlu bygd. Sjey húski vóru í bygdini tá vanlukkan hendi.

 

Bygdagøta gongur til Skarðs bæði úr Kunoy, um tað stórbaru og ógvisligu Skarðsgjógv, og eisini eftir bakkanum úr Haraldssundi.

 

Henda dagin fara Jákup Jacobsen og bróðursonurin Brandur Klettskarð í Kongsstovu, sum eru eftirkomarar av Skarði og búgva í Haraldssundi, eftir bygdagøtuni norður til Skarðs. Ørindini eru fyrst og fremst at hyggja eftir gøtuni, tí í mai koma fólk frá tiltakinum "Closed for maintenance" at gera ábøtur á gøtuna millum Haraldssund og Skarð. Útvarpsverturin slapp við henda túrin og so verður samstundis tosað um lagnuna og lívið í hesari fjarskotnu bygd.

 

Eydna Skard Hentze og Óluva Klettskarð greiða eisini frá. Pápi Eydnu var smádrongur á Skarði tá vanlukkan hendi og pápihansara fór við Skarðsbátinum. Men hann vildi ongantíð tosað um hendingina. Eydna hevur fingið søguna frá øðrum. Og Óluva vaks upp saman við abbanum, Karl Klettskarð, sum var 10 ár tá stóra vanlukkan hendi. Abbin var allar dagar nógv merktur av hesum og tosaði nógv um lívið og lagnuna á Skarði.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Endursending frá februar 2021. Í dag hitta vit tinglimir og onnur starvsfólk, ið eru til arbeiðis í okkara lóggevandi valdi, sum sigst vera elsta ting í heiminum
12-12-2022
Bæði tíðliga og seint er nógv lív í úti í Havnardali, har fólk í tveimum felagsskapum hava tilsamans omanfyri 200 ross, ið skulu røktast og venjast. Ikki minst leygarmorgun
05-12-2022
Viðingurin Magnus Fuglø gjørdi dreymin til veruleika og bleiv seyðabóndi í Suðurgrønlandi og bleiv ein av teimum størstu. Sonurin Jacob Fuglø og onnur greiða frá
28-11-2022
Býlingurin í Hornabø er ein tætt vaksin býlingur omanfyri vestara havnarlag í Havn. Býlingurin hevur fingið navn eftir bóndagarðinum, Hornagarði
21-11-2022
Í Verkhúsinum Stíggi á Høgabóli er fjølbroytt virksemi, serliga tá tey gera lutir til stóru jólasøluna síðst í november. Tey sum vit hitta í sendingini eru glað fyri arbeiðið
14-11-2022
Bygdirnar norðanfyri fjall fara at vaksa, tí byggilendið í Klaksvík er so avmarkað, sigur árnfirðingur. Í dag vitja vit í nýggju tunlunum, ið nú fara at bresta fyri nev
07-11-2022
Føroyingar trívast væl á Bornholm, hóast nógv fleiri føroyingar hava búð her, serliga tá nógvur fiskiskapur var í Eystursjónum
24-10-2022
Bornholm verður ofta rópt klettaoyggin ella sólskinsoyggin, tí veðurlagið er gott. Og føroyingarnir, sum vit hitta, trívast eisini væl her. Stórur munur er á sumri og vetri
17-10-2022
Í seinna parti vitja vit í Hebron, har patriarkarnir og matriarkarnir liggja grivin, á Betlehems fløtum og á Masada, har ein ógvislig hending fór fram fyri 2000 árum síðani
10-10-2022
Tórður Mikkelsen hevur hesaferð verið spennandi ferð í Ísrael saman við einum kvinnuligum lesiringi, ið hevur lisið bøkur um fimm kvinnur í Bíbliuni. Menn sluppu eisini við
03-10-2022
At sleppa við hvalbingum og sandvíkingum út í Lítlu Dímun at reka á heystardegi er ein spennandi og øðrvísi uppliving. Leygardagin var árligi rakstrardagurin í Lítlu Dímun
26-09-2022
Hesi seinastu árini eru ógviliga nógvir húsvognar komnir afturat í Føroyum og fólk trívast væl við kampinglív, bæði summar og vetur. Vit vitja kamping í Skálavík
19-09-2022